Íslendska fótbóltsárið hevur av álvara tikið dik á seg. Síðsta vikuskifti vórðu áttandapartsfinalurnar í tí minnu av steypakappingunum avgreiddar. Leiftur spældi móti Skallagrími, og liðið hjá føroyingunum vann sannførandi 5-0. Uni Arge skoraði tvey av málunum, og formaðurin í Leiftri, Torstein Thorvaldsson, heldur nógv av teimum báðum føroysku spælarunum, sum eru á liðnum á Ólafsfirði:
? Tey eru mong, sum halda, at Jens Martin Knudsen er besti málverjin í íslendsku kappingini. Í fjør gekk tað eitt sindur striltið hjá Una Arge ta fyrstu tíðina, tí hann var ikki í fullgóðari venjing, tá hann kom yvir higar, men tað batnaði skjótt, og hann gjørdist ein vandamikil álopsmaður. Í ár hevur Uni Arge verið við í fyrireikingunum til kappingarárið, hann var væl fyri, tá hann kom yvir higar, og vit rokna nógv við honum.
Páll Guðlaugsson, venjarin hjá Leiftri, var í vetur í Brasilia og hugdi at spælarum. Úrslitið av kanningarferðini var, at Leiftur keypti tveir brasiliumenn, og sambært formannin í felagnum, so eru teir væl nøgdir við suðuramerikumenninar.
Teir bestu beinanvegin
Sum alla aðra staðni so hevur tað eisini upp undir kappingarbyrjan í Íslandi verið mett og veddað um, hvussu liðini fara at standa seg. Torstein Thorvaldsson veit at siga, at flestu venjararnir og ábyrgdarpersónarnir í feløgunum rokna við, at meistararnir og steypavinnararnir frá í fjør, ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, aftur í ár fer at vera við í toppinum. Og so verður eisini roknað við, at KR úr Reykjavík verður í toppinum.
Um metingin hjá íslendingum verður brúkt sum grundarlag, so kann ikki annað sigast, enn at føroysku spælararnir í Íslandi rættuliga skulu fáa seg royndar tey fyrstu umførini. Skráin er løgd soleiðis, at Leiftur í fyrsta umfarinum skal spæla á útivølli móti ÍBV, og í øðrum umfari fáa teir vitjan av KR.