Leiftur vitjar B36

Fótbóltur: Ætlanin er, at íslendska liðið, har eisini Jens Martin Knudsen og Uni Arge verða við, og har Páll Guðlaugsson er venjari, skal spæla tveir dystir á ferðini í Føroyum

Í 50-unum og 60-unum kom tað meir enn so fyri, at fótbóltslið úr eitt nú Íslandi og Noregi vóru í Føroyum og vitjaðu. Men síðani føroyski fótbólturin er vorðin meira »álvarsamur«, um vit kunnu siga tað soleiðis, hava hesar vitjaninar verið meira sjáldsamar.

Men um eina viku verður aftur íslendsk fótbóltsvitjan í Føroyum. Tað er Leiftur, ið vit hava hoyrt nógv um í seinastuni, sum kemur at vitja B36.

Sjúrður Horsdal, formaður í B36, sigur, at felagið hevur arbeitt við at fáa Leiftur til Føroya í eini tveir mánaðir.

Ætlanin er, at íslendska liðið ? sum sjálvandi fer at hava Jens Martin Knudsen og Una Arge við ? skal spæla tveir dystir á Føroyaferðini. Leygardagin móti B36 í Havn og sunnudagin móti KÍ í Klaksvík.

Dysturin í Havn verður spældur klokkan 15.00, og ætlanin er at B36 skal styrkja seg við nøkrum HB-spælarum.

B36-venjarin Tomislav Sivic heldur tað vera frálíkt, at Leiftur kemur til Føroyar.

? Eg kenni heilt nógv til felagið, tí ein jugoslaviskur vinmaður hjá mær spældi við Leiftri í fýra ár. Tað var áðrenn Páll Guðlaugsson bleiv venjari har, og eftirsum eg vanliga plagi at vinna móti Páll, havi eg góðar vónir, sigur Tomislav Sivic skemtandi og sipar til landskappingina í fjør, tá B36 vann báðar dystirnar móti GÍ.

Tá vit spyrja B36-venjaran, hvørjar HB-arar hann kundi hugsað sær at fingið á sítt lið móti Leiftur, svarar hann skemtandi:

? Tað verður ikki lætt at velja nakrar HB-arar, tí vit spæla jú rættiliga tekniskan fótbólt?

Tað skal eisini vera pláss til skemt, men Tomislav Sivic vónar at fáa Hans Fróða Hansen, Allan Mørkøre, um hann er skaðafríur, og Súna Fríða Johannesen við á B36-liðið.

Sum heild er ætlanin, at íslendingarnir skulu fáa eitt stuttligt upplivilsi burtur úr ferðini. Hópurin verður millum 20 og 25 mans, og harafturat koma eini 20 fólk frá Stuðulsfelagnum hjá Leiftur eisini við til Føroya. Leygardagin bjóðar Tórshavnar Býráð spælarunum ein bita, og sama kvøldið verður Leiftur eisini við á ársveitsluni hjá B36.

Dagin eftir gongur leiðin til Klaksvíkar, har KÍ og Leiftur spæla steypadyst klokkan 15.00. Tiltakið í Klaksvík verður stuðlað av m.a. Norðoya Sparikassa.

Eftir dystin bjóðar Klaksvíkar Býráð islendingunum okkurt at eta, og komnir til Havnar aftur verður skipað fyri »Íslands-kvøldið« í matstovuni Rio Bravo.

Íslendsku gestirnir fara avstað aftur úr Vágum mánadagin klokkan 15.00.

Edv-fyritøkan Sam-teld er høvuðsstuðul hjá tiltakinum, og fyritøkan letur eisini steyp til dystin í Klaksvík. Sosialurin letur steypið til dystin í Havn.