Sambært VB heimasíðuni hevur tað í eina tíð verið arbeitt við at styrkja liðið, og nú sigur VB heimasíðan, at vón er fyri stavn.
Bogi Mortensen, sum vegna VB/Sumba hevur arbeitt við ætlanini, sigur við heimasíðuna, at fyribils innferðarloyvi fyri tveir útlendskar spælarar nú er í lagi. Talan er um tveir serbar. Tað er ikki heilt vist nær teir fara at koma, men Bogi væntar, at teir koma í næstu viku, veit VB heimasíðan at siga. So skulu spælararnir vísa, at teir kunnu styrkja um liðið.
Nær formligu viðurskiftini fara at verða komin upp á pláss, so serbarnir kunnu spæla, er ikki greitt, men í Vági rokna teir við og vóna, at tað verður skjótt.
VB/Sumba fer í morgin at spæla á heimavølli móti KÍ.