Leita eftir telefontjóvum

Stolið varð fyri yvir 50.000 krónur í Telebúðini í miðbýnum um vikuskiftið. Løgreglan hevur framvegis ikki handtikið nakran Um vikuskiftið varð innbrot gjørt í telebúðina í Miðbýnum í Havn. 30 fartelefonir og ein fartelda vórðu stolnar.

Løgreglan veit enn ikki so nógv í málinum.

- Vit arbeiða við málinum, men hava ikki handtikið nakran. Vit eru tó ikki heilt á berum, og arbeiða stútt frameftir. Hinvegin vilja vit sjálvandi fegin hava boð frá fólki, sum vita okkurt, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

Tá so nógv verður stolið, kann hugsast, at tjóvarnir fara at royna at selja hesar telefonirnar.

- Fært tú eina bíliga telefon í boði, so kann hugsast, at tað er ein av hesum, og keypir tú hana, so kanst tú verða ákærdur fyri hælarí. Men fært tú eitt tílíkt tilboð, so vilja vit ráða til at seta teg í samband við løgregluna, greiðir Bergleif Brimvík frá.