Mikkjal Thomassen,leiðari á narkodeildini hjá politinum hevur ta fatan, at serliga nógv rúsevni eru at finna í landinum um summarið, tá ið nógv fólk koma til Føroya í summarfrí.
Tí eru tollarar og narkopolitiið serliga úti um seg um summarið at kanna fólk, sum koma til landið.
Men alt verður ikki fangað í landinum, og tí fer narkopolitiið saman við tí lokala politinum til tey tiltøkini, har nógv fólk savnast.
Nú er tað G!, síðan kemur ólavsøkan og harnæst Summarfestivalurin.
Mikkjal Thomassen heldur ikki, tað ber til at siga, at serliga nógv rúsevni eru á nøkrum ávísum staði, men møguleikin fyri stórum nøgdum er altíð har, sum nógv fólk eru.
Hann vil ikki siga, hvussu væl mannað politiið verður á G!festivalinum, og um politiið verður har altíð. Um hundarnir koma við á festival, er ikki vist, men tað ber altíð til at senda boð eftir teimum.
Kriminalpolitiið ávarar nú móti einum sera vandamiklum rúsevni, sum eisini er komið til Føroya.
Evnið nevnist MDMA og er tað virkna evnið í ecstasy.
Hald er lagt á eina týðandi nøgd av MDMA, sum er komin til landið. Nær hald er lagt á tað, vil kriminalpolitiið ikki siga.
Hetta evnið líkist tí evninum, sum ein svii doyði av á Roskildefestivalum, og nøkur onnur vórðu eitrað av eisini.
Mikkjal Thomassen, leiðari á narkodeildini hjá politinum sigur, at hesa árstíðina er altíð meira av rúsevnum í landinum enn annars, og tey eru ofta at finna á festivalum og stevnum, har nógv fólk koma saman.
Hann ávarar fólk um ikki at taka av, um onkur bjóðar fram eitt nú drekkandi, tí vandi kann vera fyri, at MDMA er blandað uppí. Mátin at brúka tað er at loysa tað upp í vatni ella onkrum øðrum flótandi.
- Eg mæli øllum til at ansa eftir og brúka vit og skil, sigur Mikkjal Thomassen.