Leivur Fonn 60 ár

Í dag, mikudagin 28. juni, verður Leivur Fonn í Klaksvík 60 ár. Leivur er klaksvíkingur við stórum K. Hann hevur so at siga alla sína tíð búð í føðistaðnum, og hann og konan hava seinastu fjúrtan árini rikið ferðaskrivstovuna Fonn Flog.


                      Leivur er uppvaksin á Gerðareiði. Mamman er Steinvør, fødd Heinesen, og ættað úr Kunoy, og pápin er Jákup Joensen, ættaður úr Gerðum og í Klaksvík kendur sum Jákup á Ternuni. Steinvør og Jákup, sum framvegis búgva í hugnaliga heiminum omanfyri skúlan á Ziskatrøð, eiga trý børn: Leivur (1946), Ingun (1953) og Anna Maria (1963).
                      Leivur lærdi á stóru beding, har Otto Joensen var smiðjumeistari. Seinni leyk hann  maskinistprógv, og hann sigldi okkurt skifti um Leirvíksfjørð, har pápi hansara var skipari á Polaris, Barsskor, Britons Pride og Gardar. Eitt nú var Leivur við tann dagin í 1967, tá ið ein fylling tók tveir hýruvognar á sjógv í Leirvík. Tíbetur spældi alt væl av. Annar bilførarin var sloppin úr bilinum, áðrenn hann fór á sjógv, og hin tóku teir á Britons Pride upp.
                      Arbeiðslívið hjá Leivi hevur verið í tveimum. Í fyrra partinum arbeiddi hann hjá svágrinum, Jógvani við Keldu, sum átti pf. Theodor við Keldu. Í seksti árunum seldu teir matvørur og so mangt annað. So við og við savnaðu teir seg um færri vørur. Eitt nú frystidiskar, kassaapparat og elriknu IBM skrivimaskinurnar, sum vórðu mettar at vera stórur framburður. Hetta var eini fimtan ár, áðrenn teldurnar gjørdust kendar. Seinni fóru teir eisini at selja bilar og gravimaskinur.
Í seksti og fyrst í sjeyti árunum vóru ferðavánirnar ikki sum nú. Tað bar ikki til at fara til hús hvønn dag, og kring landið kennir Leivur nógv fólk, sum hann í arbeiðnum er komin í sambandi við.
                      Leivur stóð á odda fyri virkseminum, tá ið Jógvan varð borgarstjóri í Klaksvík. Tá ið hetta virksemið helt uppat, fór Leivur undir seinna partin av sínum arbeiðslívi. Tá fór hann at reka sína egnu fyritøku.
Í august 1992 fóru Ásla og Leivur undir Fonn Flog ferðaskrivstovuna, og hetta hava tey síðani við stórum ídni og nærlagni fingist við. Aðalmálið hevur verið og er, at kundin skal kenna seg at sita í hásæti. Kappingin er hørð innan hesa vinnuna, ikki minst eftir at internetið er komið, og kundin sjálvur kann avgreiða nógvar bíleggingar. Tað er ikki tað ting, sum Fonn Flog ikki kann avgreiða, og tað er komið væl við hjá mongum, at tað so at siga altíð ber til at fáa fatur á teimum á Fonn Flog.
                      Fonn Flog sá dagsins ljós á Gørðum í kjallaranum hjá Jógvani við Keldu, har pf. Theodor við Keldu hevði hildið til. Seinni fluttu tey oman á Varpið. Seinastu árini hava tey hildið til á Biskupsstøð, har Klaksvíkar Radiohandil í mong ár var. Har er rúmsátt, og tað krevst nógv pláss, tí tey eru fjúrtan fólk í starvi. Trý teirra arbeiða í deildini í Saltangará, sum tey fóru undir í februar 2005, tá ið tey keyptu Novena Tours.
                      Leivur giftist 16. desember í 1967 Áslu við Keldu, dóttir Giggu og Theodor við Keldu. Tey fyrstu árini búðu tey í kjallaranum hjá Steinvør og Jákupi. Hóast íbúðin var trong, so var hjartarúmið stórt, og tey eru mong, sum minnast aftur á hugnaligar løtur har. Fyrst í sjeyti árunum bygdu Ásla og Leivur í Gerðum, og í hugnaliga heiminum hevur hurðin altíð verið víðopin.
                      Ásla og Leivur eiga tvey børn: Steinvør (1970) og Theodor (1972). Tey búgva bæði í Klaksvík. Theodor er giftur Unnur Sjúrðardóttir fødd Norðbúð og ættað úr Havnini. Tey eiga Rebekku, sum eigur stórt pláss hjá ommuni og abbanum.
                      Leivur hevur havt fjøltáttað frítíðarítriv. Honum dámdi væl at svimja og froskast og at flóta og serliga at skjóta fugl. Ásla og hann hava altíð gingið nógv, og Leivi hevur dámað væl at spæla fótbólt og fylgja við í fótbólti.
Í samkomuni í Betesda hava tey bæði verið trúgv. Ásla hevur sungið alt og Leivur tenor í kórinum í fleiri enn 45 ár, og so eru tey eisini partur av Seytjan sangarum.
                      Føðingardagin eru tey saman við børnunum og teirra, og systkjunum hjá Áslu og Leivi og teirra í Bulgaria, har øll millum klokkan 14 og 17 í dag vóru væl komin at heilsa upp á føðingardagsbarnið á Hotel Riu Helena Park á Sunny Beach.
                      Vit eru mong, sum runda føðingardagin gleðast saman við Leivi og minnast aftur á góðar løtur saman við Áslu og Leivi, ið altíð hava verið framúr fyrikomandi og gestablíð.
Hjartaliga tillukku!                      Jóannes