Lena gevur nýggja stakfløgu út

Step on the gas, er nýggja stakfløgan hjá Lenu. Step on the gas verður send til danskar útvarpsstøðir í hesið vikuni. Lagið er tikið av komandi fløguni Cant erase it, sum er ein tillagað útgáva av fløguni við sama heiti, sum Lena gav út í Føroyum í fjør.

Fyrsta stakfløgan av útgávuni var I still love you, og hetta lagið hevur verið at hoyrt á donskum útvarpsstøðum seinastu mánaðirnar, nú verður so roynt við enn einum lagi.  Í hesum sambandi spælir Lena eina konsert í væl umtókta spælistaðnum Lades Kælder mitt í danska høvuðsstaðnum.
 
Nýggja útgávan av Cant Erase it  er bygd á føroysku útgávuna, Óli Poulsen hevur saman við Lenu og Niklas arbeitt 3 vikur í summar, við at gera fløguna klára. Umframt onkrar broytingar er okkurt nýtt lag á henni.
 
Men Lena spælir eisini á aðrar streingir enn tann danska marknaðin, hon hevur júst gjørt sáttmála við amerikanska útgávufelagið Private Wavs, um at tey sleppa at brúka løgini Cant erase it og Step on the gas í sjónvarpssendingum og filmum.