Lene Espersen á fundi í Íverksetanarhúsinum í Klaksvík

Seinnapartin kom danski uttanríkisráðharrin Lene Espersen til Føroya á stutta vitjan. Leiðin gekk beinleiðis til Klaksvíkar, har hon skuldi hava ein arbeiðsfund við starvsbróður sín, Jørgen Niclasen, í Íverksetanarhúsinum. Í morgin verður m.a. fundur við uttanlandsnevnd Løgtingsins. Tá ið gingið varð niðan brekkuna til Íverksetarahúsið, fekk Lene Espersen eina stutta frágreiðing um Edward Fuglø, listamann, sum er næsti granni hjá Íverksetarahúsinum. Edward er ávegis til Berlin at sýna fram. Eisini fekk hon eina plakat av eini av myndum hansara.

Tá ið Lene Espersen fekk at vita, at húsið, tey skuldu halda fundin í, var íverksetarahús, gjørdist hon rættiliga forvitin. Det må jeg høre nærmere? Var hon skjót at spyrja. Og so fekk Rani Nolsøe, dagligi leiðari, nakrar minuttir at greiða frá um virksemi teirra, hóast tað ikki stóð á skránni fyri fundin.

Danski uttanríkisráðharrin var sera hugtikin av at hoyra søguna um Íverksetanarhúsið. Eisini kendi hon fleiri av persónunum úr Danmark, sum høvdu verið við í ymiskum høpum kring Íverksetanarhúsið, sum Rani greiddi frá.

Seinni í dag gongur leiðin niðan í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiðir frá og síðani er Jørgen Niclasen, uttanríkirráðharri vertur við ein døgurða á Føroya Bjór, har m.o. Gunvá við Keldu borgarstjóri eisini er boðin við.

Myndir: Dávur Winther