Stórur spenningur er undan avgerandi dystinum í bólki D1 í UEFA Nations League, sum verður á Ta’ Qali National Stadium á Malta í kvøld, har maltesar taka ímóti Føroyum.
Bæði Malta og Froyar hava nevniliga møguleikan at vinna bólkin, og harvið flyta upp á deild C í næstu UEFA Nations League kapping.
Føroyska liðið kom til Malta sunnunáttina, og síðan hava tvær venjingar verið á skránni. Seinnapartin sunnudagin varð vant á venjingarvøllinum beint uttanfyri tjóðarleikvøllin, og á middegi mánadagin vandi føroyski hópurin á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.
Håkan Ericson og Eli Hentze hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Lettlandi, sum endaði 1-1. Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður hesaferð, og verður tí ikki við, og harafturat er Rógvi Baldvinsson farin út á bonkin.
Inn eru komnir Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen, ið báðir koma at hava ein týðandi leiklut á føroyska miðvøllinum. Og so verður tað Gunnar Vatnhamar, ið avloysir Sonna Ragnar í miðverjuni.
Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Brandur Olsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, meðan fremstir vera Meinhard Olsen og Klæmint Andrasson Olsen.
Eykaspælarar: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Bartal Wardum, Dan í Soylu, Heðin Hansen og Hilmar Leon Jakobsen.
UEFA Nations League dysturin millum Malta og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð á Malta. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð.