Óli og Bjarni fullu

Tað mundi vera ein rættiligur skelkur fyri Fólkafloksveljarar, at hvørki Óli Breckmann ella Bjarni Durholm komu inn aftur Tveir av heilt stóru profilunum í Fólkaflokkinum, Óli Breckmann og Bjarni Djurholm, megnaðu ikki at vinna fólksins gunst til valið hesaferð.

Óli hevur sitið á løgtingi síðani 1974, umframt sum fólkatingslimur í mong Harrans ár. Tað kann tí undra eitt sindur, at hann ikki fekk størri undirtøku. Men okkurt kundi bent á, at Fólkafloksveljarar ynskja eitt ættarliðsskifti í flokkinum. Í hvussu er vísir valið, at í hvussu er Óli Breckmann og Kjartan Joensen eru vrakaðir til fyrimuns fyri Anniku Olsen og Jákup Mikkelsen.

Og so kann tað sigast, at Jógvan við Keldu, sum valdi ikki at stilla upp aftur, varð avloystur av sínum avloysara í Innlendismálaráðnum, Jacob Vestergaard.

Hvat Óli velur at gera kann bert gitast um, men Bjarni Djurholm er enn ungur, og kemur flokkurin í samgongu, er hann í hvussu er ein royndur landsstýrismaður.