Liðugt arbeiði

Tað ráddi um at gera arbeiðið, og hetta eydnaðist. Tað tóktist vera niðurstøðan hjá fronsku stjørnunum, sum nú fyrireika seg til dystin í Dublin mikudagin

Frakland

Lens, Frakland: Undan dystinum vóru boðini frá franska landsliðsvenjaranum, Raymond Domenech, greið. Trý stig skuldu vinnast, og so ráddi um at sleppa til Írlands uttan skaðar ella leikbann.
Og tá hetta eydnaðist, var tað stórt sæð ein væl nøgdur venjari, sum riðiling av fjølmiðlafólki fekk orðið á eftir dystin.
- Tað vóru stigini, sum høvdu størsta týdningin, og tey fingu vit. Eg haldi eisini, at vit høvdu tamarhald á dystinum. Men í Írlandi hava vit neyvan ráð at brenna so nógvar møguleikar, helt venjarin.
Hann rósti annars spælarunum fyri at fylgja taktiska upplegginum, soleiðis at teir alla tíðina spældu bóltin skjótt runt, fyri at á tann hátt at opna og møða føroyska liðið.
Og liðformaðurin, Zidane, sum fór av vøllinum stutt inn í seinna hálvleik, var sum so púrasta samdur.
- Eg haldi, at vit spældu nógv betri fyri steðgin, men 3-0 er eitt fínt úrslit. Men vit skulu øll vera púrasta greið um, at uppgávan í Dublin verður nakað nógv truplari.