Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar spældu í dag dyst á útivølli í bestu kasakisku fótbóltsdeildini móti næstfremsta liðnum í deildini, Kairat Almaty.
Fyrsta tíman gekk væl, men seinasta hálva tíman skoraði Kairat Almaty tríggjar ferðir, og vann sostatt dystin 3-0.
Jóannes var hesaferð á vøllinum í 71 minuttir.
FC Kyzylzhar er nummar 10 í deildini við 15 stigum. Teir hava seks stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Sunnudagin klokkan 14 spælir FC Kyzylzhar aftur ímóti Kairat Almaty. Hesaferð verður tað tó á heimavølli.











