Liðið hjá Óla og Elias vann seg í hálvfinalurnar

Í kvøld var tað tungt hoyggj hjá Sävehof at knógva Guif. Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu syrgdu fyri seinastu avgerandi málunum

Aftaná 45-27 og 40-28 sigrar í tveimum teimum fyrstu fjórðingsfinalunum í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini var Sävehof stórur favorittur at vinna triðju fjórðingsfinaluna móti Guif.

 

Sävehof hevði eitt tungt hoyggj við Guif í kvøld, men tað eydnaðist at knógva ein 30-29 sigur heim, og harvið ein samlaðan 3-0 fjórðingsfinalusigur.

 

Tá fimm minuttir vóru eftir var støðan 28-26 til Guif, men tá traðkaðu Óli og Elias í karakter. Óli minkaði um munin til 27-28, og stutt aftaná javnaði hann til 28-28. Guif legði seg á odda 29-28 tá tveir minuttir og 47 sekund vóru eftir. Tá 40 sekund vóru eftir javnaði Elias til 29-29, og tá bert trý sekund vóru eftir spældi Elias Óla frían sum skoraði sigursmálið til 30-29, og so kundi heimaliðið stórfegnast um at hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum.

 

Elias skoraði seks mál og legði upp til trý mál, og var toppskjútti hjá Sävehof. Óli skoraði trý mál og legði upp til fýra mál. Óli var kosin at vera besti leikarin hjá Sävehof í kvøld, og fekk blómutyssið handað aftaná dystin. 

 

Í hálvfinalunum møtir Sävehof Ystad har spælt verður best av fimm dystum. Fer uppgerðin til fimm dystir fær Sävehof tríggjar heimadystir, tí teir endaðu næstovast í grundspælinum. Ystad endaði triðovast í grundspælinum. Í grundspælinum vann Sävehof báðar dystirnar móti Ystad. 29-26 í Partille og 24-23 á útivølli.