Bæði Lisa Frederiksberg og Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum í Havn skrivaðu søgu í hesi vikuni.
Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ein radiografur er útbúgvin, sum hevur havt starvstíðina í Føroyum. Røntgendeildin í Havn hevur verið karmur um starvstíðina, meðan bókligi lesnaðurin framvegis er í Danmark ? undir heitinum »Sygepleje og Radiografskolen«.
Vanliga hevur starvstíðin eisini verið í Danmark, men royndin við at lata Lisu arbeiða á røntgendeildini í Havn er tann fyrsta. Og bæði í Havn og í Danmark eru tey vælnøgd.
Leiðandi radiograflærarin Randi Brinckmann hevur gjørt vart við, at í Danmark eru tey so væl nøgd við starvstíðina hjá Lisu, at tey ynskja at hetta samstarvið millum føroysku røntgendeildina og danska radografskúlan heldur fram. Boðini til røntgendeildina í Føroyum eru, at tað arbeiðið og tann stuðul teirra næmingur hevur fingið er fult á hædd við tey krøv, ið sett vera.
Eisini á føroysku røntgendeildini eru tey nøgd. Á samkomu, ið var hildin, tá Lisa fekk prógv, var eitt nú sagt, at tað eisini er fakliga mennandi fyri røntgendeildina, at næmingar eisini arbeiða har á deildini. Og hetta er so aftur við til at menna fakligu góðskuna á deildini.