- Listin er partur av eini heild

Ein av áhugaverdu framsýningunum á eystanstevnu verður í blómuhandlinum Orkis, har Beinta Hansen av Skála sýnir fram glasmálningar.

- Mítt ynski er, at eygleiðarin fær eina góða uppliving, sigur Beinta.

Beinta hevur áður sýnt fram í gamla handlinum hjá Pidda og umborð á Høganesi á Glyvrum, í Glyvra Hanusar húsi í Norðragøtu og í lítlu smiðjuni í Havn.
Beinta hevur gjøgnum tíðirnar fingist við ymisk sløg av list, men hetta er fyrstu ferð at hon hevur eina framsýning við glasmálningum.
Spurd hvat tað er, sum hevur givið henni íblástur til teir glasmálningarnar, ið koma at hanga í Orkis, svarar Beinta:
- Broytingarnar og tey skiftandi viðurskiftini í lívinum eru farin at hugtaka meg alsamt meira, so hvørt sum eg kenni, at eg búnist til eina vaksna kvinnu. Tað tykist sum um at skiftið frá tí at tú ert barn og til tú gerst gamal, skiftið ímillum kaos og kosmos, kreppu og lívsgóðsku, rennur saman. At allir hesir mótsetningarnir, sum kunnu tykjast so ymiskir, ikki eru so stórir mótsetningar hóast alt.
- At teir harafturímóti eru partur av eini eind, sum kanska ikki er so løtt at fáa greiðu á við skilinum, men sum tú onkursvegna kanst loyva tær at nærkast í listini, sigur unga listakvinnan.
 
Nærverandi streingir
Glasmálningarnir hjá Beintu eru ein kompositión av seks rektangulerum motivum. Gjøgnumgangandi motivið eru streingir, sum snúgva seg inn og út á ymiskt littum bakgrundum.
Men hvat er hetta fyri nakað? Hvat er tað, sum listakvinnan vil við hesum kompositiónunum?
- Eg veit ikki um eg endiliga <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$vil nakað við mínum myndum, sigur Beinta.
Hon lesur í løtuni til sjúkrarøktarfrøðing og so hvørt sum hon hevur lært meira og meira um mannakroppin, vísir hetta við streingjum seg at vera alsamt meira nærverandi, frá blóðæðrum til DNA, men kjarnin í menniskjanum vísir seg tó allatíðina at renna undan okkum.
- Tí spyrji eg: Hvar er kjarnin? Og hvør er kjarnin? Eg veit ikki, og eg skal ikki gera meg klóka uppá tað, men fyri mær eru mínar myndir ein støðug leitan eftir onkrum, sum minnir um tað.
- Kjarnin er væl bara tað, sum tú ert, óansæð hvør tú annars roynir at vera, og tí vil eg lata tann spurningin standa opnan fyri eygleiðaran sum eitt opið onki, sigur Beinta.
                       
Selji ikki integritetin
Beinta hevði eina framsýning í Orkis á páskum og tá vóru onkrar kritiskar røddir frammi, sum søgdu at listin hjá henni kanska druknaði í teimum dekorativu blómunum, sum var uttan um hana.
Hvat heldur Beinta um hendan kritikkin:
- Eg haldi at listin í grundini kann nýtast til bæði líkt og ólíkt, og hetta við at listin bara skal vera eitt úttrykk fyri hvør tú ert, og hvussu tú sært uppá tingini, er eitt relativt nýtt hugtak.
- Harragud, nøkur av teimum frægastu listaverkunum, sum heimurin hevur sæð, eru verk, sum hava verið umbiðin av valdshavarum, ið hava sagt akkurát hvat tað er, sum teir vilja hava. At listaverkið er íkomið av einari bundnari uppgávu nýtist ikki endiliga at vera eitt prógv uppá at listaverkið er vánaligt. Kanska heldur tvørturímóti.
- Decoart er eitt fyribrigdi, sum gerst alsamt meira vanligt, og eg haldi ikki at eg selji út av mínum listarliga integriteti, bara tí at eg seti mína list inn í eina eind, sum rennur saman við ta heild, sum tað er ein partur av. Og tað er eisini tí at mær dámar so mikið væl at arbeiða saman við Orkis. Listin er altíð ein partur av eini heild óansæð.
- Um tann heildin er at finna í einum blómuhandli, í einum katólskum katedrali, ella í móttøkuhølinum á einum almennum stovni, tað hevur fyri mær ongan týdning. Tað avgerandi er at eygleiðarin fær eina uppliving, sigur Beinta.