(Í dag fyllir Astri Luihn 75 ár. Fyri einum góðum ári síðani var Sosialurin á vitjan hjá listakvinnuni. Hendan greinin varð prentað í Sosialinum 3. februar 2023)
Hundurin Blackie tekur spentur ímóti, tá ið vit fara á gátt í atelierinum hjá Astri Luihn, sum liggur leyst frá húsinum í Jákup Nolsøesgøtu í Havn. Rúmliga og ljósa verkstovan er miðdepil fyri listarliga arbeiðið listakvinnuni, sum er ættað úr Noregi, men hevur búð meira enn hálva øld í Føroyum.
Hon snøggar kantar á motivi á málningi, sum skal sýnast fram í Danmark í apríl. Onnur verk standa upp ímóti veggjunum í atelierinum. Eingin ivi er um, at Astri Luihn hevur málað.
Verk hennara eru abstrakt og figurativ. Motivini eru sum floymandi tónleikur. Sum brestur av tónleiki og náttúru í organiskari rútmu. Grønligu litirnir liggja tætt upp at føroyskari náttúru – fjøllum og haga og grasi og mosa. Verkini eru sansalig og melankolsk. Tey kennast fín, innilig og sart, og tú verður drigin inn í abstrakta verð, har litir og løg fáa teg at kenna samspæl millum náttúru og menniskja, millum musikk og mosa, og knappliga varnast tú lomvigar á rókini. Sum nótar á nótalinju. Tónleikur og náttúra. Tankar og kenslur. Teknikkur og handverk. List.
– Eg umseti føroysk landsløg til tónleik í mínum verkum. Hetta gevur mær nakað, og eg kann siga, at hetta eri eg. Eg hugsi ikki um at líkjast nøkrum ella taka atlit til nakran, sigur Astri Luihn.
Lesið eisini: TÓNLEIKARIN OG LISTAKVINNAN ASTRI LUIHN 75
Bakgrundin
Blackie, sum er níggju mánaðir gamal, hevur lagt seg í slitnan lenistól við vindeyga. Svarti og grái hundurin skal venjast at vera atelierhundur, men hann er heldur lívligur. Tímur at heilsa upp á fólk og er nakað spælisjúkur.
Astri er blíð og fyrikomandi. Tímur at tosa um list og fólk. Um íblástur og innihald. Um teknikkir og handverk.
Longu tá ið hon var 12 ára gomul, gavst Astri í fólkaskúlanum og fór á tónleikakonservatorium, har hon tók útbúgving sum tónleikari og komponistur. Tað bar til tá í tíðini.
– Mær dámdi ikki so væl at ganga í fólkaskúla, og tí vildi eg heldur sleppa á tónleikakonservatorium, sigur hon.
Eftir tað tók hon miðnámsútbúgving sum sjálvlesandi. Tað var fyri at sleppa inn á universitetið í Oslo at lesa. Hon las fólkaminni og fólkalívsfrøði og síðani tónleikavísindi.
– Omma mín hevði stóran áhuga fyri fólkavísum og kvæðum á norskum máli, og hon lærdi meg ymiskt, tá ið eg var ung genta. Eitt nú dugdi hon Ormin Langa í norskari týðing, sum ikki er so long sum tann føroyska útgávan, og tað lærdi eg meg eisini uttanat, sigur hon.
Undir lestrinum í Oslo fann Astri saman við manni sínum, Eyðuni Andreasen úr Føroyum, og tað var á instituttinum fyri fólkaminni, at tey hittust fyrstu ferð. Tey giftust í 1971.
Nakað eftir at hon var liðug á universitetinum í Oslo, fekk Astri starv sum granskari á universitetinum í Tróndheim. Har starvaðist hon í eina tíð.
Fyrst í 1970’unum byrjaði Astri at koma til Føroya og vera her í longri tíðarskeið bæði um summarið og um veturin, og miðskeiðis í sjeyti árunum flutti tey meira fast til Føroya at búgva og virka. Astri hevur tí nógvar føroyskar vinir, sum hon kennir heilt frá ungu árunum.
Í eina tíð fekst Astri við at undirvísa í tónleiki, men sum fráleið fekk máningalist og grafikkur størri týdning og tók yvir.
– Dótturin, sum var fødd í 1984, hevði migrenu, og hon toldi so illa tónleik. Eg hevði fingist við máling og grafiskt arbeiði, og tá fór eg at gera meira við tað, tí tað var friðarligari. Eg hevði altíð havt hug til listarligt arbeiði, men tónleikurin var eisini týdningarmikil fyri meg, og í grundini eru míni listarverk tónleikur, sigur hon.
##med2##
Náttúran
Verkini eru abstrakt, floymandi og musisk, men so verða tey kryddað við meira ítøkiligum smámyndum úr náttúruni.
– Tá ið eg kom út til Skúvoyar við manninum fyrstu ferð, sá eg á fyrsta sinni fuglabjørg. Lomvigarnar á rókunum vóru sum tónar á nótalinju. Tað var sum at síggja tónleik í bjørgunum, og eg havi brúkt lomvigar og fuglarøkur sum nótar í málningum hjá mær. Tað abstraka skal hava okkurt andahol, okkurt sum tekur eygað. Sum tá ið Bach tekur okkurt kent sálmabrot inn í eitt annars abstrakt tónleikaverk. Lomvigarnir eru við til at halda teg fast í tí abstrakta verkinum, sigur hon.
– Føroyska náttúran gevur mær góðan íblástur. Eg havi gingið nógv úti í náttúruni og havi fingið nógv inntrykk og nógvan íblástur haðani. Viðhvørt kann eg fara heilt nær at hyggja eftir onkrum vøkstri ella plantum – bara nakrar sentimetrar burturfrá – og eg haldi, at mosi er fantastiskur. Vit hava nógvan mosa í Føroyum, og hann er bæði vakur og bleytur at ganga á.
– Mær hevur altíð dámt væl at ganga túrar í haganum. Eg havi havt havt hund, síðani eg var smágenta, og teir eru góðir at ganga túr við. Mær dámar væl at vera í náttúruni, eygleiða ymiskan vøkstur heilt nær, og eisini at njóta útsýnið yvir land og út á hav.
Náttúruna vil hon uppliva har, hon er – ikki aðrastaðni.
– Mær dámar ikki avklipt blomstur til at hava á borðinum. Eg blívi kedd av at síggja tey, og eg skilji í grundini ikki, hví tað er neyðugt. Hinvegin gleðist eg um blomstur úti í náttúruni, og eg taki tey ikki. Eg eygleiði tey, lukti tey og upplivi tey úti í nátturuni, men eg lati tey fáa frið, sigur hon.
– Eg brúki eisini mentanina, sum býr í okkum, sum íblástur. Hon er bygd upp yvir øldir frá víkingatíðini og fram til í dag. Hon hevur ávirkan á, hvussu vit hugsa, og hon kann eisini hava fordómar við sær. Tí máli eg eisini motiv úr føroyskum kvæðum, og tey eru ein áminning til mín sjálva um at ansa eftir fordómum. Um vit skilja okkara mentan, okkara hugsanarhátt og okkara mál, so hava vit kanska størri møguleika at skilja onnur.
– Vit hava fordómar, men eg haldi, at listin kann lata upp fyri onkrum í okkum og broyta okkum sum menniskju.
##med5##
List og handverk
Astri Luihn tosar um, at hon kemur í flow – sum flóð og floymur – tá ið hon skapar listaverk.
– Eg veit ikki, um tað altíð er ein fyrimunur, at listafólk altíð hugsa so nógv um tað, sum tey skapa. Í øllum førum komi eg í eitt flow, tá ið eg máli og skapi, og tað er ikki neyðugt, at eg hugsi so neyvt um, hvat eg geri. So kann eg heldur taka meg aftur frá verkinum og hyggja eftir, um tað riggar – um tað klingar. Tá síggi eg skap og litir.
– Mín bakgrund í tónleiki hevur nógv at siga fyri míni listaverk, og eg haldi eisini, at mann sær, tá ið tónleikur hevur nógv at siga fyri eitt listafólk. Eg síggi tað í øllum førum beinanvegin. Til dømis síggi eg tað í verkunum hjá Ingálvi av Reyni, at hann var musikalskur.
– Sum tónleikari veit eg, at tú mást blíva við og við í langa tíð fyri at blíva góð til nakað.
Listarliga arbeiðið hjá Astri Luihn snýr seg ikki bara um at skapa nakað listarligt. Tað snýr seg eisini í stóran mun um teknikk og handverk.
– Eg havi langa útbúgving og veit, hvat tað er at seta meg inn í ting. Tí eri eg eisini rættiliga teknisk sum málari. Eg havi fingið góðan íblástur frá dugnaligum listafólkum bæði í Noregi og í Føroyum – eitt nú frá Janusi Kamban, sum var ótrúligur listamaður og lærdi meg nógv tekniskt, sigur hon.
– Eg vil fegin gera mediterandi myndir, har fólk fáa frið, men kortini ikki fáa heilt frið. Tey skulu eisini hava eitt sindur av mótstøðu.
Astri heldur, at vit kunnu tosa um íblástur og motiv, men orð røkka ikki.
– List kann nakað, sum ein tekstur ikki kann. Vit kunnu tosa um mínar málningar, men tað verður ikki allur sannleikin. Tí sannleikin er upplivingin av málninginum. Orð kunnu ikki dekka alt tað, sum ein málningur kann, sigur hon.
##med3##
Morgunfólk
Astri Luihn býr nú í niðaru hædd í húsinum í Jákup Nolsøegøtu. Dótturin, sum búði niðri undir, er flutt upp á at búgva. Maðurin Eyðun Andreasen býr nú á røktarheimi, men hann vitjar heima av og á, og tá er lættari hjá honum at koma inn í niðaru hæddini við koyristóli.
– Eg eri morgunfólk. Eg eri uppi hvønn einasta dag klokkan fimm ella hálvgum seks. Hesa ársins tíð er tað keðiligt, tí tað er ikki ljóst fyrr enn eftir klokkan níggju. Tí arbeiði eg nógv meira um summarið, enn eg geri um veturin. Eg geri ofta grønar myndir um veturin, tí eg droymi um summar, og um summarið geri eg ofta bláar myndir.
– Um veturin kann eg brúka fyrsta partin av morguninum til at gera ymiskt í atelierinum. Gera klárt ella okkurt, sum ikki er skapandi. Tað er nógv arbeiði, sum er meira handverk enn listarligt arbeiði, og tað kann eg gera fyrst á degnum. Tað er ikki fyrr enn út á dagin, tá ið tað verður ljósari, at eg komi í skapandi tilstand, í flow.
– Tríggjar dagar um vikuna havi eg ommubørnini til morgunmat, so tá fari eg innaftur at vera saman við teimum.
– Eg gangi aftur og fram millum atelierið og heimið, men eg eri alla tíðina í listarliga arbeiðnum. Eg havi tað í høvdinum, tá ið eg ikki arbeiði í atelierinum. Eg plagi at fáa mær ein blund mitt á degnum, og so kann eg arbeiða nakað um kvøldið eisini. Mær dámar betur summarið, tí tað er deiliga ljóst, og tá kundi eg í grundini arbeitt alt døgnið, um tað skuldi verið, sigur hon.
Astri Luihn sigur, at hon hevur broytt atburð, síðani korounutiðin broytti so mangt annað.
– Eg eri eitt sindur ser, tí mær dámdi so væl koronutíðina, tá ið tað var friður, og eg ikki fekk vitjan. Nú havi eg helst fornermað onkur fólk, tí eg havi sagt nei til vitjan, eftir at alt bleiv sum vanligt aftur. Eg hevði vant meg við, at tað var so deiliga friðarligt undir koronu, og eg havi ikki havt so nógva vitjan her síðani. Eg havi verið eitt sindur meira avgjørd og sagt nei til vitjanir.
– Eg eri sosial, og mær dámar væl at tosa við fólk, men eg havi eisini brúk fyri at trekkja meg aftur fyri at fáa arbeiðsfrið, sigur hon.
Í næstum fer hon til Gran Canaria, men hjá henni er feria ongantíð verulig feria.
– Eg havi ongantíð havt feriu, tí eg taki altíð okkurt arbeiði við mær. Nú skal eg til Gran Canaria í tvær vikur, og eg fari at hava plátur við mær, sum eg kann skera. So eg kann sita í góðum hita og skera í linolium ella træplátur, og eg rokni við, at eg havi einar fimtan plátur við mær heimaftur.
Blackie liggur nú og slappar av í stólinum. Hann kann vist fara at vera góður atelierhundur – og ivaleyst fer hann at hjálpa Astri Luihn við at finna íblástur og frið til listarligt arbeiði. Og hvør veit. Kanska fer eitt lítið goyggj at sníkja seg inn í onkran av málningunum.
##med4##
Fakta
Astri Luihn er 75 ára gomul og ættað úr Oslo. Hon hevur síðan tíðliga í 1970’unum búð í Havn.
Hon tók útbúgving í tónleikavísindi og etnologi á Universitetinum í Oslo. Eftir tað granskaði hon eitt skifti í fólkatónleiki og starvaðist á Universitetinum í Tróndheim.
Astri Luihn er sjálvlærd myndlistakvinna, men hon hevur granskað kend listafólk. Frá barnaárum vitjaði hon á verkstøðum hjá grafikarunum Vilhelm Tveteraas og Henrik Finne, og tað menti listarliga tilvitið.
Hon arbeiðir bæði við abstraktum og figurativum formmáli.
Hon hevur verið við á nógvum framsýningum heima og burturi – eitt nú í Danmark, Noregi, Týsklandi, Eysturiki, USA og Japan.
Hon hevur myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.
Astri Luihn er gift við fólkalívsfrøðinginum Eyðuni Andreassen. Tey eiga eina dóttur og tvey barnabørn.