Lítil skúli í Havn fær nýggja leiðslu

Leiðarin hesi seinastu átta árini, takkar nú fyri seg

Høgrumegin frá eru tær Gunvør Hofgaard, nýggjur leiðari í Lítlaskúla, Katrin Bjarnadóttir, nýggju varaleiðari og Jenny Winther Poulsen, fráfarandi leiðari

Lítli frískúlin í Havn, Lítliskúli, hevur nú fingið nýggja leiðslu. Eftir átta ár við róðrið takkar skúlaleiðarin í Lítlaskúli, Jenny Winther Poulsen, fyri seg og letur stafettina til varaleiðaran Gunvør Hofgaard.

 

Tað var Jenny sjálv sum, saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hesi seinastu átta árini hevur hon gingið á odda fyri at menna hann til tann skúlan, hann er í dag. Men nú hon fer frá sum leiðari, heldur hon kortini fram sum lærari á skúlanum.


Gunvør Hofgaard tekur við sum leiðari frá í dag, fyrsta februar og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.


Leiðaraskiftið varð sjálvandi hátíðarhildið. Børnini sungu tveir sangir fyri Jenny, og stýrisforkvinnan helt eina røðu. Eisini fingu Jenny, Gunvør og Katrin blómutyssi.

Lítliskúli er ein frískúli í Havn, sum heldur til í gamla adventistaskúlanum á Hoyvíksvegi. Í skúlanum ganga børn frá forskúla til og við 6. flokk.

 

Høgrumegin frá eru tær Gunvør Hofgaard, nýggjur leiðari í Lítlaskúla, Katrin Bjarnadóttir, nýggju varaleiðari og Jenny Winther Poulsen, fráfarandi leiðari