Bjargingarbáturin, Rescue LÍV, hevur nú verið í dokk í tríggjar vikur og har er nógv gjørt við bátin
Í hesum sambandi er hann málaður og nýggj tøkni er sett í hann.
Tríggir sviar, frá verksmiðuni í Svøríki, hava verið í Føroyum og dagført bátin, so at hann í dag er á sama stigi sum teir svensku bátarnar, og á nøkrum økjum framanfyri.
- Tað er manningin sjálv sum tekur sær av arbeiðinum at røkja Rescue Lív, og hesar tríggjar vikurnar, hann hevur verið í dokk, eru tað nógvir tímar, sum eru lagdir í hetta arbeiði
- Hetta er eisini ein sera hugnalig tíð har manningin er nógv saman og allir leggja eitt stórt arbeiðið í at gera eitt stórt arbeiðið fyri at hava bátin so væl viðlíkahildnan sum gjørligt, sigur Steinbjørn V. Olsen.
Báturin hevur staðið í høllini hjá MEST í Tórshavn og tískil hevur tað ligið væl fyri at málað og annars at arbeitt uppá bátin.
|