Livar Nysted sýnir fram Klaksvík

Komandi leygardag letur upp listaframsýning hjá Livar Nysted í Miðlan í Klaksvík Livar Nysted er 37 ára gamal og býr í Hvannasundi.

Hann hevur altíð teknað, men alskurin til at mála byrjaði fyrst í 90-árunum, og síðani tá hevur hann málað nógv.

Motivini eru fólk, bátar og landsløg oftani hálvabstrakt landsløg, har hann kombinerar ofta pensil og spartlijørn.

Livar Nysted hevur fyrr havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, Gallerí Jinx, á Norðoyastevnu fyri bert at nevna nakrar.

Fótbóltssambandið hevur givið eitt postkort út, ið Livar hevur gjørt. Haraftrat hevur Livar eisini myndprýtt bókina ?Árið hjá Fiskimonnum?, skrivar Miðlan í tíðindaskrivi.