Liverpool vil hava hevnd fyri 2018

Champions League: Liverpool og Real Madrid møtast í finaluni fyri triðju ferð

Í kvøld verður Champions League finalan millum Liverpool og Real Madrid. Finalan skuldi verða í Russlandi, men bleiv flutt til franska høvðusstaðin París, har spælt verður á tjóðarleikvøllinum Stade de France.

 

Hetta er triðju ferð, at Liverpool og Real Madrid møtast í finaluni. Finalan í 2018 var umstrídd, tí liðvskiparin hjá Real Madrid, Sergio Ramos, var ágangandi og tóktist hála í Mohamed Salah tíðliga í dystinum. Tað endaði við, at Mohamed Salah mátti av vøllinum við skaða í økslini. Tað hevur Mohamed Salah ikki gloymt og hevur sagt, at hann vil hava hevnd fyri tann dystin.

 

Real Madrid vann 3-1, eftir at týski málverjin hjá Liverpool, Loris Karius, gjørdi tveir brølarar. Fyrst tveitti hann bókstaviliga bóltin í føturnar hjá Karim Benzema, sum skoraði. Sadio Mané javnaði, men løtu seinni saksasparkaði Gareth Bale bóltin í málið.

 

Sami Gareth Bale setti punktum, tá hann við langskoti skoraði til 3-1. Aftur var talan um mistak hjá Loris Karius, sum átti lættliga at hava bjargað skotinum, men misti hann í málið. Finalan var í Kiev í Ukraina.

 

Fyrstu ferð Liverpool og Real Madrid møttust í finlauni fyri meistaralið var í 1981. Tá vann Liverpool 1-0 við máli fyri føroyavininum Alan Kennedy. Hann hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Millum annað í samband við “Legends” dystin millum Liverpool og Føroyar, sum var í 2009 á Tórsvølli.

 

Real Madrid hevur vunnið Champions League finaluna 13 ferðir. Tað er met. Síðani koma nýklaktu meistararnir úr Italia, AC Milan, við sjey sigrum. Liverpool kann vinna sítt sjeynda steyp í dag, og er á seks Champions League sigrum saman við Bayern Munchen.

 

Finalan byrjar klokkan 19. Liverpool Føroyar hevur tiltak í Dansifrøi.