Ljóðmaður í heimsflokki

Tað verður danin Thomas Winther, ið situr við ljóðpultin 30. oktober, tá Frændur og Føroya Symfoniorkestur fara á pall. Og Hann er ikki ein og hvør, tí m.a. er hann tann eisnasti í Europa, ið hevur sitið við pultin, tá teir 3 stóru tenorarnir hava staðið á palli

Tað verður danin Thomas Winther, ið skal stýra ljóðinum, tá Frændur og Føroya Symfoniorkestur fara á pallin 30. oktober. Hann er millum royndastu menn í júst slíkum høpi. Hevur arbeitt í DR og saman við Underholdingsorkestret har.

Eisini er hann tann einasti á okkara leiðum, ið hevur stýrt ljóðpultinum, tá Pavarotti og hansara felagar hava staðið á palli og tað sigur ikki einki.

Sjálvur dámar Thomas væl at greiða frá, tá Carreras var ov seinur til konsertina og kom í síðstu løtu við egnum flogfari og fekk stásbil at koyra seg síðsta strekkið. Thomas skalv í brókunum, tá Carreras rópti: Mr. Winther, come her, tí hann vildi tosa við ljóðmannin.

Ná, nú verður tað, hugsaði Thomas.

- Men alt hann vildi var at boða frá, at hann var í høgum skóm og at mikrofonin tí mátti stilast hareftir, flennir Thomas, sum í hesum døgum saman við hjálparmanni sínum Henrik Bonnét fyrireikar seg til konsertirnar í Norðurlandahúsinum 30. oktober. Teir eru væl nøgdir við Norðurlandahúsið og ikki sørt bilsnir yvir, at teimum sjálvum tørvar at hava so lítið av útgerð við. Teir dylja ikki, at teir gleða seg til tiltakið