Í Vági varð fyri 3. ferð skipað fyri ljósfest fyri viku síðani.
Tiltakið eydnaðist væl og sera nógv fólk leitaði til Vágs, har serliga stóra konsertin leygarkvøld savnaði nógv fólk í góða seinsummarveðrinum.
Og longu nú verður boðað frá, at Ljósfest verður aftur næsta ár í Vági, og dato er sett á.
Ljósfestin verður aftur vikuskifti 16., 17. og 18. august 2024, verður upplýst á facebokk vanganum, ið nevnist Ljósfest í Vági - mentanardagur.