Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning« er orðingin at bryja við í uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og sum nú verður viðgjørt í tinginum.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Høgni Hoydal, at á vári 1993 heitti landsstýrið á ríkismyndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at familjurættarligar lóggávan varð dagførd.
? Løgmansskrivstovan hevur við skrivi dagfest 2. juli 1998 frá Ríkisumboðsmanninum fingið uppskot løgmálaráðsins til kongaliga fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av »lov om ægteskabs indgåelse og opløsning« (hjúnabandslógin).
Víttfevnandi arbeiði
? Løgmálaráðið sigur í skrivi dagfest 24. juni 1998, at arbeiðið við at dagføra alla familjurættarligu lóggávuna er víttfevnandi og krevur nógva arbeiðsorku, og verður tí einans í fyrsta umfari uppskot til fyriskipan um ígildissetan av hjúnabandslógini lagt fyri heimastýrið.
? Galdandi hjúnabandslóg er frá 1922, og er hon ikki stórvegis broytt síðan, meðan tað sama ikki er galdandi í Danmark. Hetta hevur ført við sær, at tað nú er stórur munur á rættarstøðuni. Ríkisumboðið hevur boðað frá, at viðskiftafólkini eru ónøgd við hesa støðu, og hava ilt við at skilja, at føroysku reglurnar bæði viðvíkjandi innihaldinum í reglunum og hvussu málsviðgerðin verður framd »ikki fylgja við tíðini«.
? Ígildissetan av nýggju hjúnabandslógini er sostatt fyrsta stigið móti, at øll tann familjurættarliga lóggávan verður dagførd, og tær lógirnar, sum íresta eru rættarvirknaðarlógin, myndugleikalógin, barnalógin og ættleiðingarlógin.
Broytingar
Í nýggja uppskotinum eru nakrar reglur strikaðar, og kann t.d. nevnast, at persónur við ymiskum brekum ikki kann giftast uttan loyvi frá løgmálaráðharranum, og reglan um at persónur, ið hevur smittandi kynssjúku bert kann giftast undir ávísum treytum . Heldur ikki er við reglan um kærufreist, tá hjúnaband er uppsloyst við dómi, og reglan um at kvinna, sum hevur verið gift, ikki kann giftast aftur fyrr enn 10 mánaðir eftir, at fyrra giftan er endað, uttan so, at hon ikki er við barn frá tíðini áðrenn giftan endaði, ella 10 mánaðir eru farnir frá tí at samlívið við mannin endaði.
Heldur ikki eru í uppskotinum áseting um, at um partarnir ikki hoyra til sama trúðarsamfelag, so skal støða takast til, í hvørjari trúgv børnini í hjúnabandinum skulu uppalast.