Tað sigur løgmaður, Beinir Johannesen, eftir at embætisfólk í Tinganesi hava gjøgnumgingið, hvussu langt arbeiðið er komið við heildarætlanini móti rúsevnum. Tað skrivar Kringvarpið.
Meira enn fýra ár eru liðin, síðani landsstýrið legði fram eina heildarætlan við 58 átøkum, sum skulu fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.
Løgmaður sigur, at arbeiðið við átøkunum heldur fram, men hann kann ikki siga, hvussu nógv av teimum eru sett í verk.











