Løgmaður: Fólktalið veksur aftur

- Fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni

Kaj Leo Holm Johannesen segði í ólavsøkurøðuni, at tekin eru um, at Føroyar megna at loysa demografisku avbjóðingina.


- Fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka. Í fjør vaks burðartalið eitt vet, og fyri fyrstu ferð seinastu sløku tíggju árini vaks talið av kvinnum í aldursbólkinum 20 til 40 ár. Fráflytingin er tó framvegis størri enn tilflytingin, men tekin eru um, at vit megna at loysa demografisku avbjóðingina, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

- Átøk í fólkavakstrarætlanini eru sett í verk, og onnur eru ávegis. Barnsburðarfarloyvið er longt úr 34 vikum upp í 38 vikur. Felagið Bústaðir byggir leiguíbúðir kring landið, so bústaðarmøguleikarnir gerast fjøltáttaðir. 47 nýggjar íbúðir eru bygdar, og 109 eru á veg. 1.800 fólk standa á bíðilista hjá Bústøðum, og tað ber boð um stóran eftirspurning.

- Játtanin til Fróðskaparsetrið er hækkað. Setrið spennir seg út og bjóðar fleiri útbúgvingar, so fleiri ung kunnu støðast í Føroyum. Fleiri og fleiri nema sær hægri útbúgving her heima. Setrið húsast í dag ymsastaðni í høvuðsstaðnum, og arbeitt verður við at savna virksemið á einum staði.

- Granskingin mennist støðugt. Granskarasetrið inOVa hevur staðið sína roynd seinasta árið, og tað hevur gingið væl. Fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum, sum er 28 mió. kr., verður nú brúkt til heilsugransking.

- Fyri at bøta um møguleikarnar hjá nýútbúnum føroyingum at finna sær starv í Føroyum, er avtalað við danskar myndugleikar, at føroysk nýútbúgvin kunnu flyta til Føroyar og fáa danskan arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir. Avtalan verður eftir ætlan undirritað í summar. Hetta verður enn ein av okkara mongu fyrimunum í ríkisfelagsskapinum, segði løgmaður.