Nú umboð fyri Sea Shepherd eru komin til Føroya í eini roynd at forða fyri grindadrápi, hevur løgreglan boðað frá, at hon er til sinnað tosa við tey um støðuna.
Tað sigur sigur sjefpolitiinspektørur. Niels Erik Nymark Jensen í tíðindaskrivi í morgun.
Hann sigur, at løgreglan fer at bjóða Sea Shepherd til jaligt prát og løgreglan er longu í práti við tey. Og hetta heldur fram í størri mun, tá øll eru komin til Føroya, sigur Niels Erik Nymark Jensen.
Annars sigur hann, at løgreglan er fyrireikað at taka í móti Sea Shepherd
- Vit vænta, at tey fylgja tilmælunum frá løgregluni, leggur hann afturat.
Hann leggur dent á, at løgreglan í Føroyum fer at fylgja Sea Shepherd, bæði á landi og sjógvi. Eitt endamál við tí er at tryggja teimum, at tey lógliga sleppa at føra síni sjónarmið fram
Men løgreglan fer ikki at góðtaka, at fólk frá Sea Shepherd bróta lógina. Og hon fer heldur ikki at góðtaka, at føroyingar bróta lógina.
- Politiið viðgerð allar lógarbrótarar líka, sigur sjefpolitiinspektørururin.
Nú nýggja Grindalógin er sett í gildi, hevur løgreglan fingið møguleikan at steðga øllum tiltøkum, sum órógva grinddrápið, fyri at tryggja sær, at alt gongur friðarliga og rætt fyri seg.
- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at møguleikarnir í nýggju grindalógini verða brúktir, verður tað neyðugt, sigur Niels Erik Nymark Jensen.