Grønlands Politi hevur handtikið ein mann í samband við, at ein kvinna doyði í grønlendska býnum, Maniitsoq, í gjár.
Løgreglan lýsir deyðfallið sum illgrunasamt.
Tað var sunnumorgunin klokkan 07.27, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein 29 ára gomul kvinna var deyð á sjúkrahúsinum í Maniitsoq.
– Við atliti til umstøðurnar hevur løgreglan sett eina kanning í verk og hevur í hesum sambandi handtikið ein mann í málinum.
Tað upplýsir virkandi løgreglukommiserurin, Johannes Lyberth, í tíðindaskrivi.
Grønlands Politi vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, nú kanningararbeiði er sett í verk.
- Tey avvarðandi hjá deyðu kvinnuni hava fingið fráboðan um hendingina, leggur Grønlands Politi aftrat.











