Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri á tíðindafundi uttan fyri donsku sendistovuna í Washington eftir fundin við amerikanska varaforsetain, J. D. Vance og uttanríkisráðharran, Marco Rubio.
– Vit fingu eina beinleiðis, men konstruktiva samrøðu, sigur Løkke og kallar fundin "merkisverdan".
Okkara mál var at finna ein felags veg fram, sigur Lars Løkke. Hann leggur dent á, at Danmark longu hevur økt sínar íløgur í Arktis og er til reiðar at gera meira.
Hann vísir eisini á, at USA longu hevur atgongd til Grønland, so "tí vildu vit hoyra, um tey høvdu fleiri ynskir", sigur Løkke.
Vivian Motzfeldt segði, at fundurin eydnaðist væl og at virðing var millum luttakararnar. Hon tók undir við orðunum hjá Lars Løkke.
Vivian Motzfeldt tosaði fyrst á grønlendskum, tí nógv fólk sita spent og bíða í Grønlandi, segði hon, og segði so nakað á grønlendskum, sum ikki var týtt til danskt ella enskt.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
























