Nýggj tøl frá Hagstovuni vísa, at lønirnar kvinka uppeftir. Serliga eru tað privatu tænastuvinnurnar, ið vaksa mest.
Árstíðarjavnað vóru tað 23.710 løntakarar í juli 2013. Hetta er ein lítil framgongd í mun til undanfarnu tríggjar mánaðir tá tað vóru umleið 23.650 løntakarnar hvønn mánað.
Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, ein av trupuleikunum er at sveiggini í fiskivinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama mánað árið fyri.
Í privatu tænastuvinnunum vóru 8.221 løntakarar í juli, tað eru 118 fleiri enn í fjør, og harvið er framgongdin 1,5 prosent. Í byggivinnu og aðrari tilvirking vóru 3.098 løntakar, og tað er 56 færri. Afturgongdin í byggivinnuni er sostatt 1,8 prosent.
Til ber at lesa meira her