Tað hevur verið stóra óvissa um, nær umvælingarnar umborð á Logos Hope (fyrrverandi Norröna) vórðu lidnar.
- Nú sær út til at tað dregur enn longur út, og at skipið ikki verður siglingarklárt fyrrenn einaferð seinni í ár, verður sagt.
Skipað verður nú soleiðis fyri, at Logos II leggur leiðina um Føroya á veg til Íslands. Væntandi verður skipið verður á Tvøroyri í døgunum 9. til 13. august, meðan steðgurin í Íslandi eftir Føroya-vitjanina verður longri, helst fram til 28. august.