Loysingarflokkarnir hava viðrák í dag og sum veljarakanningarnar vísa, so er tað stórur vandi fyri at hesir flokkar fara við umboðunum til Fólkatingið.
Í Danmark verður sagt, at tá ið ein meiriluti av føroyingum er fyri loysing og stór mótstøða er ímóti ríkisfelagsskapinum, so loysa vit (Danmark) frá Føroyum og tað hava teir fullan rætt til.
Hvat vil loysingin bera við sær?
Umboð fyri Tjóðveldisflokkin sigur, at í forbrúkið í Føroyum er 20% ov høgt í dag.
Tá ið blokkstuðulin minkar, má forbrúkið minka enn meira. T.d. lønir mugu skerjast minst 30-40%. Men prísirnir á vørum úr útheiminum minka ikki.
Við loysingini skulu vit hava okkara egnu krónu. Hvat virði hendan føroyska krónan fær, er ikki gott at vita. Hon fær ikki so frægt virði sum tann íslendska krónan, tí Ísland fær milliardir úr USA fyri Reykjavíksbasan.
At tann føroyska krónan fær lítið virði, vil siga, at øll sum hava spart upp, missa ein stóran part av sínari uppsparing.
Bert ein sterkur Sambandsflokkur, sum veljarin tekur undir við, kann forða fyri hesum stóra vanda.
Sit tí ikki heima, men far á val og set X fyri Sambandsflokkin, ella eitt av valevnum floksins.
Gott val!
Finnleif Guttesen,
Tvøroyri