Íslendsku uppsjóvarskipini lógu upp á lúr í Føroyum og bíðaðu, til svartkjafturin kom inn um føroyska markið. Meðan tey lógu her, sigldu tey føroysku svartkjaftaskipini aftur og fram og summi enntá til Íslands at landa svartkjaft úr ES-sjógvi, har íslendingar ikki hava loyvi at royna.
Men eftir øllum at døma loysti tað seg hjá íslendingum at liggja og bíða, tí sambært teimum nýggjastu veiðitølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru tað íslendsk skip, sum hava fingið nógv mest av svartkjafti, síðani hann kom í føroyskan sjógv.
Higartil eru 248.000 tons av svartkjafti fiskað innan fyri føroyska markið. Av teimum hava íslendsk skip fiskað 117.000 tons, føroysk skip 61.000 og russisk skip 58.000 tons. Skip úr øðrum londum hava eisini verið her. Norðmenn hava fiskað 3.000 tons, grønlendingar 4.000, týskarar 4.700 og danir 500 tons.
Áðrenn svartkjafturin kom norður um føroyska markið, fiskaðu tey føroysku uppsjóvarskipini 17.500 tons í altjóða sjógvi og 38.000 tons í ES-sjógvi.
Sostatt hava tey føroysku skipini fiskað tilsamans 116.500 tons av svartkjafti hesa vertíðina.