Fyrr í ár skrivaðu vit her í blaðnum, at Aluplast hevði selt bygningin hjá sær, men tað var ikki heilt rætt. Samráðingar vóru um sølu av bygninginum, men einki var komið upp á pláss tá. Nú er sølan so veruleiki, og keypari er Ludvík Petersen í Havn, sum hevur Bilfríðkan, og tí kann væntast, at tað í næstum verður møguligt at keypa bilar í Gøtudali.
Leita eftir øki til nýggjan bygning
Magnus Gregersen, stjóri í Aluplast, vil ikki upplýsa prísin á bygninginum, men hann sigur tó, at teir eru vælnøgdir við søluna.
- Eg haldi, at eg kann siga, at vit hava fingið ein góðan prís, og nú skulu vit so út at leita eftir einum øki, har vit kunnu byggja ein nýggjan bygning. Vit skulu brúka eitt grundøki, sum er okkurt um 2.000 fermetrar til støddar, og á økinum fara vit at hava ein bygning, sum skal verða góðar 1.000 fermetrar stórur, sigur Magnus Gregersen.
Hann sigur, at hjá Aluplast er tað ikki altavgerandi, at nýggi bygningurin kemur at verða í Gøtu, tí hann kann eins væl standa í til dømis Havnini.
Spurdur hví teir hava selt gamla bygningin, sigur Magnus Gregersen, at gamli bygningurin var ógvuliga ótíðarhóskandi, og tí er neyðugt við nýggjum hølum.
Í løtuni starvast eini 25-30 fólk hjá Aluplast, men Magnus Gregersen væntar, at í framtíðini kunnu eini 40 fólk starvast hjá fyritøkuni í nýggjum hølum.