Lukas - høvundur ápostlasøgunar og Jónas profetur

Richard Danielsen

Í morgunlestrunum í farnu viku fær Marjun Bæk prestur tað til, at hesir báðir eru ikki heilt álítandi í frásøgnum sínum. Hetta er ikki fyrstu ferð at Marjun Bæk ger seg inn á skriftirnar. Ilt er at síggja, hvat tað er fyri ósamsvar, hon finnur í Ápostlasøguni 15 og í Galatiabrævinum 2. Í báðum førum eru Pætur ápostul og Jákup, hálvbeiggi Jesusar, samdir við Paulus um, at ikki mátti leggjast ok á teir heidningarnar, sum høvdu tikið við trúgv, til at teir máttu verða umskornir og halda lógina. Fyri hesum máttu teir, sum høvdu tað sjónarmiðið, og sum Paulus kallar falskar brøður, boyggja seg.

Lukas er ikki ein, sum bara blakar um seg við orðum, sum vit ikki kunnu taka fyri fult. Hygg bert í evangeliið hjá honum, kap. 1 versini 3-4. Viðvíkjandi Jónasar profetii hevur júst nú um dagarnar staðið grein í bløðunum um, hvat kendur norskur bíbliulærari sigur um hatta, ums. eftir John í Skemmuni. Har verður sagt, at tað er skeivt, tá ið sagt verður, at Jesus varð krossfestur fríggjadag, hann doyði mikudag, stóð har.

Tað er altíð alvorligt at finnast at tí skrivaða orðinum, innblást av Gudi og nyttuligt til lærdóm, sum skrivað stendur. Men tá ið hirðarnir fara at gera tað, er tað enn meiri alvorligt. Teir villeiða fylgið. Tað er ein kendsgerningur, at fólkið – mong - síggja upp til prestin, hann er jú tann lærdi, so hann man vita best, halda tey. Hetta leggur so mikið størri ábyrgd á prestarnar. Eitt er at teir “klóku” føra hetta fram, um at skriftirnar eru mannaorð, sum ikki kann lítast á, men at prestarnir, summir nú í Føroyum eisini, brúka prestaembætið til at sáa iva um orð Guds í hjørtuni, og teir verða ikki átalaðir fyri tað av teimum hægru mynduleikunum í kirkjuni, tað er hugstoytt. Kirkjan hevur lært skeivt upp í gjøgnum øldirnar, men tað hevur verið vart við, at soleiðis skiltu Luther og aðrir tað. Men hetta er nakað nýtt í Føroyum, at teir anngrípa skriftirnar og gera seg klókari enn baði Lukas og Jónas og aðrar.

Nei, skriftin er øll innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, 2.Tim. 3,16.

Vit kunnu trygt líta á skriftirnar. Jesus sjálvur segði: “Skriftin vikast ikki.” Jóh. 10,35. Hevði hon verið mannaorð, sum vit kunnu lúka í eftir okkara høvdi, so var hon ikki brúkilig til nakað sum helst.

Vinarliga við tøkk fyri upptøkuna.