Fyri løtu síðani hendi eitt ferðslóhapp í Kollafjarðartunlinum. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at nøkur fólk á súkklu vóru á veg ígjøgnum tunnilin, tá ið tað eina fólki á súkklu brádliga datt.
Les eisini: Ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum
Fallið var út á vegin og ein bilur, sum kom koyrandi á staðnum, mátti høgga bremsurnar í fyri ikki at koyra óhepna súkklistin yvir.
Men so hendi tað, at bilurin, sum kom koyrandi aftanfyri, lukkaðist ikki at bremsa og rendi upp í reyvina á bilinum, sum bremsaði fyri súkklistinum
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum. Men av tí at bilar og súkklur vóru mitt í tunlinum, kundi tey vera til ampa fyri aðra ferðslu, og tí skundaði løgreglan sær á staðið at forða fyri, at fleiri óhapp hendu.
|