Lutfalsliga nógv ung í Føroyum hava trupulleikar av knæskelini

Grein sum Niclas Højgaard Eysturoy, lækni og ph.d.-lesandi, hevur skrivað, vísir at 8,9% av ungu føroyingunum hava upplivað at hava havt knæskelina úr lið minst eina ferð

Nærri kanningar, so sum røntgen og MR-skanningar av knøunum vísa, at umleið 80% hava tað, sum er kallað trochlea dysplasi, sum er ein fløt fura handan knæskelina. Trochlea dysplasi er sum oftast orsøkin til, at skaðin hendir. Harafturat, vísir tað seg at tey flestu, sum hava trochlea dysplasi í einum knæi, eisini hava tað í hinum knænum, sum tó ikki hevur havt nakra knæskelskeiking.

 

Hesi tølini eru samanborin við tøl frá útlondunum, og tað vísir seg, at í Føroyum eru uml. 7 ferðir so nógv ung, ið hava upplivað, at knæskelin fer úr lið. Samstundis eru tað nógv fleiri, ið hava trochlea dysplasi enn í útlondnum.

 

Niðurstøðan er, at høga útbreiðslan av trochela dysplasi er ein stór orsøk til, at so nógv ung í Føroyum keikja sær knæskelina. Hetta týður á, at ættarbregði kann spæla ein leiklut í menningini av trochela dysplasi – og at hetta má kannast nærri.

 

Greinin kallast "High prevalence of patellar dislocation and trochlear dysplasia in a geographically and genetically isolated society: an observational national cohort study from the Faroese Knee Cohort" og kann frítt lesast her.

 

Tað er Granskingarráðið og onnur stuðla verkætlanini. 

 

Kelda: Gransking.fo