Tað verður Óluva Klettskarð, sum skal taka við sum nýggj landsstýriskvinna í mentamálum. Løgmaður hevur akkurát nú tilnevnt hana at verða landsstýriskvinnu Aðalstjórnin hjá Tjóðveldinum sat á fundi í gjárkvølið at finna avloysaran til Kristinu Háfoss, men hóast tað ikki er váttað, so skilti Portalurin, at flokkurin fer at heita á løgmann um at tilnevna Óluvu Klettskarð sum nýggja landsstýriskvinnu í Mentamálnum.
Og í morgun váttar løgmaður, at hann nú hevur tilnevnt hana at verða nýggja landsstýriskvinnu í mentamálum.
Mótttøka verður í Mentamálaráðnum mánadagin 1. sept. kl. 16.00, har løgmaður fer at handa Kristinu Háfoss fráfaringarskjal og Óluva Klettskarð tilnevningarskjal.
Óluva Klettskarð er 43 ára gomul og ættað úr Haraldsundi. Hon býr í Klaksvík og undirvísir á Studentaskúlanum á Kambsdali og HF í Klaksvík. Hon undirvísir í føroyskum og í søgu.
Óluvá Klettskarð er gift við Andrassi Sólstein og eigur dreingirnar Páll, føddur í 1990 og Ára, føddur í 2001.
Á seinasta løgtingsvalið fekk Óluva Klettskarð 158 atkvøður, og er hon nummar 14 á listanum hjá Tjóðveldinum. Tí hevur hon fleiri ferðir havt sæti á tingi. Sum nummar 14 er hon kortini næsta eykafólk, tí trý tingfólk hava lagt sessin frá sær tí tey eru landsstýrisfólk, eins og Sjúður Skaale eisini hevur farloyvi úr løgtinginum, meðan hann røkir fólkatingsarbeiðið. Í løtuni hava Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk farloyvi, tí hevur Óluva Klettskarð í løtuni sæti á løgtingi.
Nú løgmaður hevur tilnevnt Óluvu Klettskarð sum landsstýrisfólk, er Sólfríð Fjallsbak í Miðvági næst á listanum hjá Tjóðveldinum.