Óluva ógvuliga vónbrotin

- Eg veit væl, at í politikki skal man bara taka ein dag í senn, men eg eri ógvuliga vónbrotin av mátanum, samstarvið varð sagt upp, sigur Óluva Klettskarð

OLITIKKUR

Leo Poulsen

[email protected]


Hon fekk ikki meiri enn tvær vikur í illa gitna mentamálaráðharrastólinum.

- Ikki tí, stólurin var fínur at sita í, men tíðin gjørdist so stutt, at eg ikki rættiliga fekk sett meg inn í øll málini, sigur Óluva Klettskarð.

Og uppsøgnin kom sum snarljós av klárum himli.

- 20 minuttir í trý byrjaðu fjølmiðlafólk at ringja fyri at fregnast um, hvat var á vási, nú løgmaður hevði kalla inn til tíðindafund. Vit royndu so at finna út av hvat hendi, men fingu einki at vita fyrr enn løgmaður ringdi fimm minuttir í trý og boðaði frá uppsøgnini, sigur Óluva Klettskarð.

Hon hevði annars sett seg so væl inn í starvið, sum tilbar, og hevði gjøgnumgingið flestu málini saman við fráfarandi mentamálaráðharranum, Kristinu Háfoss. Og tað somuleiðis við góðum treysti, at hon fór undir starvið.

- Eg hevði als onga ábending fingið um, hvat fór at henda. Alt hendi so knappliga, at man fekk í veruleikanum ikki stundir at reagera, sigur Óluva Klettskarð.


Veit ikki hvat hendir

At samgongan skuldi slitna so knappliga kom sum nevnt púra óvart á Óluvu Klettskarð.

- Eg má viðganga, at tað var ikki júst hetta, eg hevði væntað, tá eg játtaði at taka við sum mentamálaráðharri. So man kennir seg ein sindur býttan, tá heta hendi, sigur hon.

Tað var tað nú so nógv umrødda lásamálið í Tinganesi, sum Sosialurin í síðstu viku avdúkaði, ið var beinleiðiðs orsøkin til, at løgmaður segði upp samstarvið við Tjóðveldi.

- Men eg kann ikki ímynda mær, at tað var veruliga orsøkin til uppsøgnina. Har má okkurt annað og meira liggja aftan fyri, og hvat tað er, kann eg bert gita um, sigur Óluva Klettskarð.

Tá Sosialurin tosaði við hana í morgun, gjørdi hon seg til reiðar at taka starv sítt upp aftur sum studentaskúlalærari á Kambsdali. Og hvat annars hendir, dugur hon ikki at siga nakað um.

- Eg eri jú ikki í tinginum longur, so eg veit einki um politisku viðurskiftini í dag, sigur Óluva Klettskarð.

Viðvíkjandi løn fyri tíðina sum landsstýriskvinna í mentamálum veit hon einki at siga.

- Tað er heldur ikki tað, ið eg hugsi mest um, sigur Óluva Klettskarð, sum nú er fyrrverandi mentamálaráðharri.