Lyklaspælari hevur longt við B36

Betri deildin menn: Landsliðsspælarin, Andrass Johansen, hevur longt sáttmálan við B36

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Andrass Johansen. Hann má roknast sum ein av lyklaspælarunum, eftir eitt gott kappingarár og aðru landsliðsúttøkuni.

 

- Andrass hevur í ár verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá okkum, og á ársveitsluni varð hann eisini – væl uppiborið – kosin ársins spælari hjá okkum fyri 2022. Beint undan veitsluni hevði Andrass skrivað undir nýggjan sáttmála, og er hesin galdandi fram til og við 2024, skrivar B36.

 

Tað hevur annars verið lítið at hoyrt til B36, sum hevur fleiri avgerðir at taka. Millum annað eru Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen farnir til B68, meðan Martin Agnarsson fyrr í ár fór til Viborg í donsku Superliguni.

 

##med2##