Hóast mótstøðuliðið skoraði trý mál, so eydnaðist tað Lyngby at vinna dystin ímóti SønderjydskE um vikuskiftið. Oddaliðið í 1. deild, har Christian Lamhauge Holst spælir við, var á útivølli og var á odda bæði 2- 1 og 3-1, men tá ið sjey minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 3-3. Kim Aabech, sum hevði skorað tey bæði fyrstu málini hjá Lyngby, gjørdist dagsins maður, tá ið hann eisini skoraði til 4-3, og harvið tryggjaði Lyngby øll trý stigini í dystinum.