Í dag klokkan 17 verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2007 handaðar í Müllers Pakkhúsi Hátíðarhaldið byrjar við, at Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla spælir, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Síðan verður Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs handað, áðrenn strúkiorkestrið aftur fer at spæla.
Onnur virðislønin, ið latin verður, er M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir. Eftir ta handanina syngur sangbólkurin SALT, og síðan verður M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik handað. Upplestur verður við Høgna Joensen, áðrenn M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir verður latin, og Rúna á Heygum fer at syngja. At enda fer Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla at spæla, og fólk fáa høvi at hugna sær.
Seinasta ár vóru Ebba Hentze, Carl Jóhan Jensen og Guðrun Gaard heiðraði við Mentunarvirðislønum, meðan Steintór Rasmussen fekk Barnabókaheiðsrlønina.
Virðislønirnar, ið eru 20.000 kr. hvør, verða vanliga handaðar tann 17. september ? á føðingardegi Mads Andrias Jacobsens. Men í ár vera tær altso handaðar í dag, 4. oktober.