Mikudagin hevur M.C. Restorff útgávutiltak í Norðurlandahúsinum í Havn.
M. C. Restorff hevur um dagarnar givið nýggja tónleikafløgu út, sum hann kallar Sanganna Veingir, og mikudagin kl. 15.30 verður útgávutiltak í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Sjónbandaløg av nýggju fløguni verða at síggja. Millum annað er grønlendski rapparin, Vilhelm Levisen, Jóhan Magnus Olsen av Toftum, og M.C. í fullum útblástri á heitislagnum Sanganna Veingir, har viðkomandi myndir og sjónbandaupptøkur av grannum okkara í útnorði verða at síggja.
- Sangkvinnan, Birita Poulsen av Sandi og M.C. halda sær at gaman í sangi, og heimabakaðar smákøkur, kaffi og the trýtur ikki. Øll eru vælkomin til hugnaløtuna í sambandi við útgávuna, verður sagt.