Chelsea og Real Madrid eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League, eftir at tey í kvøld vunnu samanlagdar sigrar á ávíkavist FCK og Lyon. FCK skuldi vinna við minst tveimum málum á Stamford Bridge, um teir skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Í fyrra hálvleiki hevði FCK nakrar góðar løtur, men Chelsea vísti eisini dygdir í mótálopunum. Nærmast at skora fyri donsku meistarnar var Dame N?Doye, tá hann sendi beinleiðis fríspark á stongina.
Í seinna hálvleiki tók Chelsea yvir og var fleiri ferðir nær við at skora. Chelsea skifti eisini Fernando Torres inn í seinna hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin í málið. FCK viðhaldsfólkini vóru í góðum lag allan dystin ígjøgnum og sum heild hevur FCK einki at skammast yvir, eftir samanlagt tapið fyri Chelsea.
Tað er eftir hondini nøkur ár síðani, at Real Madrid hevur megnað at spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Tað var ein av høvðusorsøkinum til, at teir í summar fingu sær José Mourinho sum venjara. Í kvøld kom so úrslitið av tí. Real Madrid vann 3-0 á Lyon og vinnur samanlagt 4-1. Marcelo, Karim Benzema og Ángel Di María skoraðu málini fyri Real Madrid.
Liðini í fjóråingsfinalunum eru:
Barcelona ? Manchester United ? Schalke 04 ? Shakthar Donesk ? Chelsea ? Real Madrid ? Tottenham ? Inter Milan
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verður fríggjadagin.
Champions League úrslit:
Chelsea ? FCK 0-0
(Chelsea vinnur samanlagt 2-0)
Real Madrid ? Lyon 3-0
1-0 Marcelo, 37
2-0 Karim Benzema, 66
3-0 Ángel Di María, 76
(Real Madrid vinnur samanlagt 4-1)