KÍ heldur fast um møguleikan at enda næstovast, og gøtumenn hava sligið seg til tols við, at í ár vinna teir einki.
Tað er veruleikin, eftir at KÍ sendi GÍ um Leirvíksfjørð við einum 4-2 tapi. Síðani GÍ í 1980 kom í 1. deild hava tað ofta verið tættir og spennandi dystir millum tey bæði grannaliðini. Hesa ferð var tað eisini undirhaldandi, og tað var eisini spennandi, men tað kundi illa dyljast, at nervin og intensiteturin, sum so ofta hevur kenst bæði á vøllinum og uttanum, var ikki tann sami.
Æran telur nógv, og tað kemur altíð væl við at enda so ovarlaga á endatalvuni, sum tað ber til, men FM møguleikin er fokin, KÍ hevur tryggjað sær luttøku i Europa Cup, og GÍ kann ikki røkka nøkrum sum helst. Tað er veruleikin, og tað merktist á spælinum og eisini á veldugu áskoðarafjøldini, sum í dýrdarveðrinum hevði leitað sær til fótbóltsdyst.
Málríkt og døllut verjuspæl
Klaksvíkingarnir fóru í góðum hýri til hús, tí teir høvdu verið vitni til eina rúgvu av málum, og tí teirra lið hevði vunnið.
Summir áskoðarar vóru ikki komnir til vøllin, tá teirra lið hevði sett hol á. Í hátalaranum varð sagt, at Kurt Mørkøre hevði skorað málið, men eygnavitnini, sum vit hava tosað við, siga øll, at tað var John Hansen, sum hevði síðstu tonna á, og gøtufólk leggja afturat, at tey halda, at dugnaligi vongverjin var rangstaddur.
Í fyrsta álopinum kom bleytur bóltur í brotsteigin, Sunvard Joensen og verjan drálaðu, Kurt Mørkøre, sum hesa ferð var í álopinum saman við Heðini á Lakjuni, stútaði uppá tvørs, og so var John Hansen á rætta staðnum.
KÍ verjan snorksvav, og venjarin ringdi seg úti á beinkinum, tá GÍ javnaði. Símun Petur Justinussen, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum og seinni í fyrra hálvleiki noyddist at lata aftasta plássið í verjuni frá sær og til Samson Nesá, lyfti fríspark innfyri, bólturin fór uppá tvørs til Søren Skov Jørgensen, ið var púra leysur, hann smekkaði til, og bólturin rakti í ein uppaftur leysari Henning Jarnskor, ið fekk tíð til at stýra bólinum um strikuna.
Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk Kurt Mørkøre mál. Allan Joensen sendi hornaspark úr høgru og returin innfyri, bólturin trillaði framvið sovandi verjuni, og í typiskum miðframherja stíli fekk Mørkøre maðurin stýrt bóltinum um strikuna.
Vakrasta málið hesa ferð og kanska eitt tað vakrasta í Klaksvík í ár stóðu tveir av stórspælarunum og uppløgdu evnunum til landsliðshópin fyri. Arnold Joensen fekk tak á frammanfyri KÍ brotsteigin, setti ferð og smoygdi sær framvið tveimum í vinstru, dró inn móti GÍ brotsteiginum og legði uppá tvørs til John Hansen, sum var komin stunandi framvið og sum hevði orku og yvirblikk til at skora.
Magni Jacobsen minkaði um munin og fekk spenning í aftur mitt í 2. hálvleiki, tá hann við handara stólpan var leysur og stútaði vinstrabeinsinnlegg úr høgru frá Jóan Peturi Olsen í kassan, og Magni Jacobsen hevði lítla løtu seinni møguleikan at javna. Støðan var lík henni, tá Henning Jarnskor skoraði, men tað eydnaðist ikki miðvallaranum at stýra fløtu skotroyndini í opna málið.
Síðstu løtuna flutti GÍ, sum saknaði Magna og Paula Jarnskor og Sámal Joensen, fólkið fram, og tá tað restaðu fimm minuttir var púra opið í GÍ verjuni. Marek spældi lítið sjálvsøkið uppá tvørs, og Jóhan Lützen, sum hevði avloyst Allan Joensen, ið plágast av skaða í lærkrikanum, smekkaði í kassan.
Klaksvíkingar saknaðu Harley Bertholdsen, Rógva Jacobsen og Soran Mancic, sum allir vóru leikbannaðir, men tað bilti ikki, staðfesti stóra áskoðarafjøldin í góðveðrinum.