Hvønn týdning tað so hevur at viðmerkja hetta, kunnu vit kjakast um. Men hetta vísir bara, hvussu forn føroysk orð kunnu bronglast frá sínum uppruna týdningi. Vit kenna orðið »terna« úr kvæðamáli, eitt nú at »Margata sendi sína ternu á síns faðirs fund«.
Orðið »terna« verður framborið, sum tað stavast, altso ikki »tedna« sum fuglurin, men »terna«, har r'ið hoyrist, sum er kvennkynsformurin fyri »tænari«. Tí er tað eitt fornt føroyskt orð, sum Atlantsflog nú varðar av, og tað eigur at verða brúkt við skili. Tað hevur als einki við fuglin at gera – og tí ber alt tos um »flogskarvar« boð um vantandi málsliga vitan. Onkuntíð er tí best at tiga, heldur enn at koma við fjollutum viðmerkingum.
Eitt líknandi dømi er orðið »leika«, sum leikahandilin BR hevur broytt til at vera eitt kvennkynsorð.
»Leika« er eitt hvørkikynsorð, og tí átti handilin at nýtt slagorðið »Leika frá BR« heldur enn »Leikur frá BR«, sum er beinleiðis skeivt málsliga.
Hóskandi var kanska, at fíggjarnevndarformaðurin, Bárður Nielsen, sum eisini er nevndarformaður í BR, prógvaði sítt mentanarliga virði og broytti hetta soleiðis, at »leika« kom aftur til heiður og æru sum tað hvørkikynsorðið, tað eigur at vera.