Anna V. Ellingsgaard
[email protected]
Tá 28 ára gamla Sarah Munro stóð við brævinum frá Tekniska skúla í Klaksvík í hondini, var tað ein dreymur, ið gekk út. Nakrar mánaðir frammanundan hevði hon hildið summarfrí í Føroyum og longu á veg aftur til Norðurírland visti hon, at hon mátti koma aftur. Sarah er útbúgvin lærari, og heimafturkomin fór hon alt fyri eitt at skriva starvsumsóknir til ymsar skúlar í Føroyum. Hon var heppin. Tekniski skúli í Klaksvík hevðu brúk fyri einum lærara í enskum í 10 vikur og hjá Sarah, var bara eftir at pakka kuffertið.
Frá fyrstu løtu eg steig í land í Føroyum, kendi eg meg væl. Eg havi ferðast nógv og havi vant meg við, at fyrsta tíðin í einum nýggjum landi altíð er ørkymlandi. Og eg helt, at soleiðis átti tað bara at vera - inntil eg kom til Føroyar. Føroyingar møta øðrum fólkasløgum við einum ótilgjørdum gestablíðum forvitni, eg ikki havi upplivað aðrastaðni, sigur Sarah.
Vit og hini
Sarah er uppvaksin í Londonderry - býurin, har bæði navnið og áin Foyle boða frá einum landi í tvíningum. Øðrumegin ánna búgva teir tjóðskaparsinnaðu katolikkarnir, hinumegin búgva sambandssinnaðu protestantarnir. Og ongin fer yvirum ánna, uttan í serligum ørindum. Katólsk børn spæla ikki við protestantisk børn, tey ganga ikki í somu skúlum, tey vaksnu keypa ikki í somu handlum, og tey giftast heldur ikki við hvør við øðrum. Tað eru "vit" og so "hini", og kemur fløkja í, verður luftin tjúkk av ókvæmisorðum og gøturnar til stríðsvøllir, vit hoyra um í útvarpinum.
Men Sarah er hvørki katolikkur ella protestantur. Hon er Baháí?i, og fyri henni eru ongi átrúnarlig mørk til. Tað ber ikki til hjá einum baháí?a at taka støðu til hetta stríðið, sigur hon, tí vit trúgva, at bert ein grundleggjandi religión er til, og at sami Gud hevur sent hvørji tíð sín boðbera. Ongin av hesum boðberum, tað veri seg Mohammed, Buddah, Jesus ella baháí-boðberin Bahá?u?lláh er sannari enn nakar annar, tí teir eru sendir at nøkta ymsan tørv.
Í Norðurírlandi skilja fólk als ikki, at tað ber til at hugsa soleiðis. Antin er tú ein av okkum, ella ein av hinum. Ert tú hvørki, ja so ert tú vilst onkusvegna og hoyrir í hvussu er ikki heima í Norðurírlandi. Eg hoyri javnan fólk siga, at stríðið í Norðurírlandi "prógvar", at tankin um ein sameindan heim uttan mørk er ein hvørvisjón. Eg síggi tað beint øvut. Um hetta stríðið prógvar nakað sum helst, so er tað nettupp, at mørk ikki bera nakað gott við sær. Og at vaksa upp mitt í tí hevur við sær, at tú ongantíð missir hugsjónina um sameining úr eygsjón. Hon verður ikki bara tað einasta, men eisini eitt heilt ítøkiligt boð uppá eina varandi loysn.
Baháí og veruleikin.
Sammett við aðrar átrúnaðarligar rørslur, er Baháí-samfelagið rættiliga ósjónligt. Vit síggja ikki baháí?ar standa og prædika í sjónvarpinum, og tey ganga ikki á dyrnar hjá fólki og bjóða fram ymiskt lesitilfar um Baháí-trúnna. Og onkur vil ivaleyst halda, at tað man vera tí, at hugsjónin um frið, brøðralag og kærleika er í so veruleikafjar fyri fólk flest.
At vit eru veruleikafjar er ein misskiljing, tí okkara fremsta mál er fáa Baháí-meginreglurnar at virka í gerandisdegnum. Vit hava ráðgevandi umboð í bæði búskapar-, sosiala- og barnastovninum hjá ST umframt eina røð av egnum menningarverkætlanum av ymsum slagi. Vit stremba eisini allatíðina eftir at taka lut í verkætlanum saman við fólki, ið hava ymsa bakgrund og lívsáskoðan, fyri at bróta niður fordómar. Til dømis er Baháí-samfelagið við í eini sera umfatandi kvinnuverkætlan í India, sum hevur til endamál at útbúgva kvinnur og gera tær meir virknar á politiska- og samfelagsliga økinum sum heild.
Tað er rætt, at vit ikki síggjast serliga væl, men tað kemst av, at tað stríðir ímóti Baháí-skriftini at fara út ímillum fólk og royna at umvenda tey til Baháítrúnna. Vit vilja fegin greiða frá okkara trúgv, um onkur spyr, men fyri okkum er ein stórur baháí-limaskari ikki nakað endamál í sær sjálvum, sigur Sarah.
Ein lívsháttur
Sarah greiðir frá, at baháí-trúgvin í stóran mun ein lívsháttur, har skriftin livir lið um lið við tað, gerandisdagurin hevur at bjóða. Vit velja til dømis at lata vera við at drekka rúsdrekka ella nýta rúsevni, tí tey doyva hugin og førleikarnar at gera eitt dygdargott arbeiði. Vit slatra ikki um ella baktala onnur, tí tað máar álitið millum menniskju burtur. Kvinnur og menn verða mett á jøvnum føti, tí saman standa vit sterkast. Og um trúgv og vísund sigur baháí- skriftin til dømis, at vísund uttan trúgv verður eitt materialistiskt mýrulendi, meðan trúgv uttan vísund verður blind pátrúgv.
Men gerandisdagurin krevur eisini, at vit øll taka støðu til meir viðkvæmar spurningar so sum fosturtøka, samkynd og kynsligt samband uttanfyri hjúnarlag. Hvat áleggur Baháí-skriftin sínum limur at gera í slíkum spurningum?
Vit taka ikki undir við kynsligum frælsi, heldur ikki millum samkynd. Men vit hava stóra virðing fyri tí kynsliga undir skipaðum viðurskiftum, tað vil siga millum mann og kvinnu í hjúnabandi. Fyri okkum er hjúnarlagið heilagt og besti karmur um børn og barnauppaling. Baháí?ar skulu ikki kenna tað sum sína skyldu at fáa børn, men fosturtøku góðtaka vit bert í heilt serligum førum.
Hinvegin er tað als ikki í tráð við baháí-andan at fokusera uppá "synd" ella koma við lyftum peikifingrum og sum alt annað, skal kynslívið eisini síggjast í einum størri høpi. Vit hava øll veikleikar og mugu stríðast fyri at mennast sum menniskju. Hvør einstaklingur má leita sjálvstøðugt eftir sannleikanum og finna fram til sína sannføring. Ongin verður trýstur til at fylgja baháí-meginreglunum, heldur ikki tey, sum eru fødd inn í eina baháí-familju. Míni foreldur eru baháí?ar, men tá eg var 16 ára gomul, skuldi eg sjálv velja, um eg vildi livað mítt lív sum baháí?i. Ongin hevði vent mær bakið, um eg segði nei, sigur hon.
Andalig mentan
Sarah ivast ikki í, at orsøkin til, at hon trívist so væl í Føroyum, er kenslan av alt samfelagið byggir á eina andaliga mentan, sum er ein nátúrligur partur av gerandisdegnum.
Ein dagin hevði eg sett týdningin av bøn sum evni á einum kjaktíma á skúlanum og hevði fyrireikað meg uppá at byrja kjakið við spurninginum, um Gud var til. So eg kendi meg ikki sørt býtta, tá næmingarnir lættliga lupu tann spurningin um, tí fyri teir er Gud ein sjálvfylgja og bøn ein nátúrligur partur av lívinum.
Beint eftir at eg var komin til Føroyar, byrjaði valstríðið til løgtingsvalið. Eg hevði nokk ikki væntað bardagar í gøtunum, men eg gjørdist veruliga ovfarin av at síggja, hvussu friðaliga alt gekk fyri seg. Tað villasta var, at onkur politikari gjørdist nakað harðmæltur á talarastólinum, men so hendi heldur ikki meir. Og tað var ótrúligt at uppliva, hvussu fólk bara stillisliga góðtóku úrslitið av valinum. Serliga tí eg visti, at spurningurin um loysing ella samband er eitt hjartamál fyri nógvar føroyingar, eins og fyri norðurírar. Munurin er bara, at vit eisini gera tað til ein átrúnarligan spurning og loyva víðgongdum politikarum uppá talarastólin at fordøma heilar samfelagsbólkar í Guds navni.
Nýggjan samleika
Sarah heldur tað vera bláoygt at vænta nakra lætta loysn á tí norðurírska trupulleikanum. Bæði átrúnarliga, søguliga og politiskt er stríðið vorðið ein týðandi liður í tí norðurírska samleikanum, staðfestir hon. Eg trúgvi ikki, at tað eldra ættarliðið dugir at ímynda sær sítt land uttan hetta stríðið. Tað ljóðar ivaleyst beiskt at siga so, men tekur tú stríðið frá teimum, tekur tú eisini teirrra samleika frá teimum. Sum er vita tey um ikki annað, hvønn part tey hoyra til, og tað gevur eitt slag av tryggleika, um enn hann tykist avskeplaður.
Tað yngra ættarliðið er hinvegin væl á veg at átaka sær ein nýggjan samleika, sum siviliseraðir borgarar í modernaða heimsamfelagnum. Tey kenna ikki seg sjálvi aftur í gomlu myndini av blóðfátæka og tvíbýtta Norðurírlandi á sama hátt, sum tey eldru. Nýggja kunningartøknin og samskiftismøguleikarnir er jú eisini komin til Norðurírland, og er vorðin gerandisdagurin hjá tí yngra ættarliðnum. Tey eru nógv meir tilvitað um, at heimurin snýr seg um annað og meir enn eitt gamalt stríð í einum evarska lítlum horni í Norðureuropa.
Eitt hjarta í senn
Á ein hátt kennir Sarah tað sum eitt kall hjá baháí-rørsluni at vera við til at fylla eitt tómrúm hjá Norðurírska fólkinum, tá stríðið er av. Runt alt Bretlandi spretta samkomur, ið virka tvørtur um átrúnaðarlig mørk, og baháírørslan leggur eitt stórt arbeiði í at samstarva við tær.
Eg havi góðar vónir um størri tolsemi og frið í Norðurírlandi, sigur hon. Tað eru so nógv tekin nú um broytingar, at eg kann ikki annað enn at trúgva, at vit eru á rættari leið.
Tað gerst alt meir vanligt, at katolikkar og protestantar giftast, og tað hevur havt við sær, at talið á bæði blandaðum íbúðarøkjum og skúlum økist alsamt. Stórar handilsmiðstøðir eru neyvan tað mest hugtakandi, men í Londonderry hava tær verið við til at bróta markið millum katólskar og protestantiskar handlar niður. Og spakuliga er býarmyndin eisini broytt, við at vit nú eisini eru farin at síggja fólk við øðrum húðarliti í gøtunum.
Hetta er ein gongd, sum má taka ta tíð, hon tekur. Baháíar plaga at samanlíkna hana við ein barnsburð, har pína má til, áðrenn nýggja lívið sær dagsins ljós. Vit eru ikki bangin, tí vit eru sannførd um, at ein nýggj norðurírsk tjóð er við at verða fødd.
Eg gangi sostatt ikki og bíði eftir, at nøkur kollvelting fer at henda og vóni tað heldur ikki. Tú kanst vinna kríggj við kollveltingum, men ikki hjørtu - hjørtu vinnur tú bara eitt í senn, sigur Sarah.
Leikpallin sum talarastól
Um nakrar vikur fer Sarah aftur til Norðurírland, har hon er sloppin inn á sjónleikaraskúla. Útbúgvingin er ein liður í hennara dreymi um at brúka leikpallin sum sín talarastól til at boða øðrum frá baháí-boðskapinum. Men longu áðrenn hon fer, fær hon møguleikan at royna dreymin í veruleikanum.
Meðan Sarah hevur verið í Føroyum, hevur hon skrivað ein sjónleik, ið tekur støði í lívinum hjá fyrsta baháí?anum í Føroyum, Eskil Ljungberg. Leikurin verður sýndur 22. mars í Baháí-Mistøðini í Gundadali, í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá Baháí-samfelagnum í Føroyum.
???????
Fakta
Orðið baháí merkir "ein, ið fylgir Bahá?u?lláh". Bahá?u?lláh er navnið á boðberanum, sum baháí?ar trúgva, er Guds sendiboð til okkara tíð.
Baháí?ar trúgva uppá Gud og hava egnar heilagar skriftir.
Baháí er heimsins yngsta religión - 155 ára gomul.
6,4 milliónir limir um allan heimin.
179 national og 30.000 lokal demokratiskt vald ráð.
Baháí-miðstøðir eru í Tórshavn og á Toftum umframt lesiringar í Runavík og í Klaksvík
Í Føroyum eru umleið 25 baháí-limir.