Í mínum hondum

31. mai verður nýggjur leikur frumsýndur í Spaniastovu í Klaksvík

Leik­­urin varðar í um­leið tveir tím­­­ar við 20 min­utt­ir steðgi mið­­skeið­is í leik­i­num.

»Við hesum manni lærdi eg, at heim­urin er størri og vakr­­ari enn eg nakrantíð fari at upp­liva.«
Um leikin:

Anna er søgufrøðingur og býr í Dan­mark, men er heima í Før­oy­u­m og ansar mammu sína, sum er illa sjúk. Hon fær eitt av­­loys­­ar­a­starv á Fróð­skap­ar­setr­i­num, har hon er í holt við at fyri­reika ein fyrilestur um ferða­­sam­bandið, sum var mill­um Før­oy­ar og Asia í 1700 tali­num.

Anna hevur altíð kent seg øðr­­vísi, og tá mamman doyr finn­­ur hon eitt bræv og eitt arm­­band við eini grønari perlu, sum føra Onnu av­stað og av­­dúka loyn­i­dóm­ar um for­tíðina.

Hon granskar á bóka­savn­i­­num og lesur um Katrinu Jo­en­s­datter, konu Árant úti í Bø í Svín­oy, sum varð dømd fyri hor­­arí, tí hon fekk tvíburar við Nicl­as Normann ein av ungu monn­­unum umborð á holl­­endska skipinum Wester­beek, sum rendi á land í Suð­ur­oy í 1742.

Sum leikur fer, verða vit drig­­in millum fortíð og nútíð og líð­­andi verða træðrirnir um upp­run­an hjá Onnu greidd­ir.
Leikurin lýsir eitt tíðar­skeið í føroyskari søgu, tá menn­­­iskjan var fátøk, und­ir­­­brot­lig og kensluliga inni­­byrgd. Við eygunum hjá Onn­u uppliva vit lívið hjá eini kvinnu fyri trý hundrað ár­­um síðani. Hennara stríð móti ó­rætt­vísi og tráanin eft­ir kær­leika og nærleika. Lív­ið hjá Onnu verður sett í per­spek­­tiv, tá hon sjálv skal taka týdn­­ing­­ar­miklar avgerðir um sítt lív.

Leikurin er ein íspunnin søga, men byggir á veruligar hend­­ing­ar og sagn­ir. Vit hoyra um seyð­a­tjóv­in Ár­ant úti í Bø í Svínoy, um mann­ing­­ina á hol­lendska skip­i­num West­­e­r­­beek, sum gisti í Før­oy­­um veturin 1743/44 og um skal­v­alopini í Gerðum í Klaks­­vík í 1745 og 1765.

Leikari og høvundur: Eyð Matras
Leikstjóri og leikgerð: Sigrún Valbergsdóttir
Búni: Marjun Jóannesardóttir
Myndir/design: Edward Fuglø
Ljós: Árni Baldvinsson
Sangvenjing og gjørt lag til: Tann vænasta perlan: Karl Martin Samuelsen
Hjálparfólk: Sára Skarðenni
Smyrls: Margee Dam
Foto: Bárður Lydersen
Rættlestur og týðing: Sveinur Tummasarson
Stuðlað leikinum fíggjarliga hava: Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið Búmerki,
Leiklistaráðið, Ljósritagrunnurin, Klaksvíkar kommuna, Bank Nordik