Meirilutin í Tórshavnar býráð mótmælir í kvøld, at Løgtingið nú hevur samtykt eitt uppskot um at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum.
Tað boða teir sjey býráðslimirnir í meirilutanum frá í kvøld, og tey eru: Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Marin Katrina Frýdal, Turið Horn, Bogi Andreaen, Bergun Kass og Jákup Dam
Samstundis mótmæla tey eisini tí, sum tey kalla áhaldandi áganginum móti høvuðsstaðarkommununi, sum skapar ótryggleika og sáar mistreysti hjá almennum starvsfólki og útisetum, ið vilja flyta heim at arbeiða.
Tey siga seg eisini vita, at ein meiriluti av útisetum vilja sleppa at búgva og arbeiða í høvuðsstaðnum.
– Fortreytin fyri almennum tænastustovnum er ein faklig miðsavnin, dygd og tænasta. Vit eiga ikki at spjaða hesa tænastu, men at savna fakligu førleikarnar.
– Atlit mugu takast til, hvar tað er best at røkja hesar uppgávur, hvar førleikin er størstur, hvar umstøðurnar eru best hóskandi og hvør staðseting tænir flest brúkarum.
Ongar skilagóðar grundgevingar eru fyri at flyta hesar tænastur úr høvuðsstaðarøkinum, siga teir sjey býráðslimirnir.
– Heldur enn at samtykkja slíkt uppskot átti Føroya løgting at gingið á odda at ment okkara felags høvuðsstað, og lyft høvuðsstaðin upp á eitt stig, har hann altíð, og á øllum økjum, stendur seg í kapping við útlandið.
– Á henda hátt hevði Føroya løgting veruliga tænt áhugamálum landsins. Tí ein sterkur høvuðsstaður er fortreyt fyri einum kappingarførum Føroyum, sigur meirilutin í Tórshavnar Býráð.