Ein maður er nú skuldsettur fyri eitt innbrot á kaffistovu í Havn fríggjanáttina.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at helst hevur verið brotið inn eftir rúsdrekka á staðnum.
- Um annað er hovið, vita vit ikki í løtuni, men tað fara kanningarnar helst at vísa.
Løgreglan hevur fingið fatur í manninum, sum breyt inn, og viðkomandi er nú skuldsettur.
Áður hava fleiri innbrot verið av slíkum slag í høvuðsstaðnum, har serliga rúsdrekka hevur verið málið.
- Alt bendir á, at tann, sum hesaferð er skuldsettur, er partur av sama bólki av fólki, sigur vaktleiðarin.
Vaktleiðarin sigur, at talan er um fólk í ymiskum aldursbólkum, bæði um yngri og tilkomin.
- Hetta er ein bólkur av ólukkuligum fólki, sum tíverri vísir seg at vera veksandi í høvuðsstaðnum, verður lagt aftrat.