Magne Hoseth til Lyngby

Venjarin hjá KÍ skiftir til danska Superligafelagið Lyngby. Tað skrivar BT

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at norski venjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, hevur tilboð frá feløgum í Norra og Danmark. Fyrst var tað Start í Norra, men nú skriva danskir miðlar at Magne Hoseth skiftir til Lyngby. Tað einasta sum manglar, er at KÍ og Lyngby kunnu semjast um ein prís fyri venjaran.

 

BT skrivar í dag, at Magne Hoseth fær ein tvey ára sáttmála í Lyngby. 43 ára gamli norðmaðurin, sum kom til KÍ undan farna kappingarári, skal avloysa Freyr Alexandersson, ið skifti til belgiska Kortrijk.

 

Sum skilst, so veit KÍ av samráðingunum og er í helst í holt við at finna ein møguligan avloysara, um Magne Hoseth skuldi skift til Lyngby. Tað er tað nógv, sum bendir á fer at henda.